Mena Joensen beyð til fyrilestur, ið Christopher Schmitz hegnisliga legði fyri fakfólkum, ið Smæruni 21. nov. 2023. Talan var um fyrilestur í sambandi við tiltakið “Ung & Hassj 2023”, ið bæði varð skipað í Skúlanum á Fløtum, á Glasi og í Roynhøllini.
Í fyrilestrinum legði Christopher m.a. dent á, at talan er um “full-stop” og ikki bert ein “steðg”, um rúsevnismisnýtarin verður stuðlaður til at leggja av at roykja hassj. Er talan um ungan misnýtaran, er besta hjálpin, at foreldrini eisini eru stuðlandi í hesi avrúsan.
Tíanverri knýtir evnið THC (Tetrahydrocannabinol) í feittið í kroppinum og hevur hetta við sær, at seks vikur ganga áðrenn evnið er útskilt úr kroppinum. Hetta skapar órógv í mun til nær misnýtarin sær bata í avrúsingini.
Við arbeiðsháttinum HAP, arbeiðir Christopher m.a. við trimum málum, har tað ræður um at fáa rúsevnismistnýtaran inn, síðani at taka ímóti hjálpini og at rúsevnismisnýtarin eisini kemur aftur, til at arbeiða áfram.
“Man skal stoppe for at finde ud af hvorfor man skal stoppe”, vendir tankanum til at lív uttan rúsevni motiverar til at ásanna lívið uttan rúsevnið.



