Fríggjadagin 5. jan. 2024 skipaðu SSP-lærarin og AKT-lærarin í skúlanum á Argjahamri fyri tiltakinum “Trivnaðardagurin 2023/2024” til allar næmingar og lærarar skúlans.
SSP-ráðgevingin varð boðin við at leggja fram um etikk á netinum, undir yvirskriftini “Hugsa teg um” við undirevninum “Tað er klikkað, ikki at hugsa seg um!”
Í SSP-framløguni varð víst á orðingina “ger móti øðrum, sum tú vil, at onnur skulu gera móti tær”, við vónini um, at næmingarnir læra seg at hugsa seg um – bæði í talaða orðinum, skrivaða tekstinum og í myndum. Víst varð eisini á lógartekstir og stutt dømi um hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt.
Í hesum tiltaki var fyrst ein framløga fyri miðdeildini og síðani framløga fyri hádeildini. Okkurt gekk aftur, men til bar at snara orðingunum til ymsu aldursbólkarnar.