Nú er dagført, soleiðis at nýggjasta TÍTT-tilfarið er tøkt á heimasíðuni: TÍTT – SSP
TÍTT er at seta í verk og fremja kjølfestið av amboðum og skipaðum arbeiðsgongdum, ið skúlu viðvirka til at síggja børn, ið ikki trívast nóg væl – og tryggja at skipa munagóð tiltøk.
Í hesum bóklingi er TÍTT eitt hent amboð at síggja børn í viðkvæmari støðu, har dentur verður lagdur á trivnað. Við skipaðum arbeiðshættum og mannagongdum ber til at fáa yvirlit yvir børn og ung í grønari, gulari ella reyðari støðu. Hetta merkir, at støðurnar kunnu broytast. Somuleiðis eru skipaðar mannagongdir, tá børn flyta frá einum staði til annað, t.d. frá heimi til vøggustovu, frá vøggustovu til barnagarð og frá barnagarð til skúla. Í øllum hesum eru foreldrini tann ómissandi samstarvsfelagaðin.