✨ Nýggjur SSP-faldari ✨
Fá samlað yvirlit yvir øll okkara tilboð til skúlar – undirvísingartilfar, verkstovur, foreldrafundir og annað talgilt tilfar.
Faldarin Tilboð hjá SSP gevur lætt og ómakaleyst eina lýsing av átøkum, ið styrkja um trivna og felagsskapin í flokkunum, og viðgerð av ymiskum evnum, ið hava týdning fyri eitt gott barna- og ungdómslív.
📩 Skúlar kunnu venda sær til SSP, um tit ynskja at taka av okkara tilboðum, ynskja tilfar ella hava spurningar í tí sambandið.








