9. flokkur úr Vestmanna skúla, vinnari av TID 2024

Evnið í ár er “talgildur harðskapur” herundir stalking, grooming og scamming.

9. fl. úr Vestmanna skúla, hevur vunnið við sínum vælgjørda stuttfilmið, sum vísur á bæði lokking (grooming) og kynsliga avnoyðslu (sextortion), sum pr. 1. Jan. í ár, bleiv ásett við lóg, sum revsivert.

Filmurin er væl gjørdur, vekir sterkar kenslur og vísur hvussu lætt tað kann vera at lokka ungdóm, ið kann hava ringt við at síggja seg burturúr støðuni, vegna skomm og ótta. Filmurin vísur á tær kenslur sum eru í spæl og hvussu gali tað kann enda, um ein ikki sigur frá. Filmurin líkur krøvini, har flokkurin saman eru virkin, við at tey høvdu ymiskan leiklut og ábyrgd, í verkætlanini. Filmurin hevur greiðan boðskap og vísur m.a. á §229 um lokking, umframt kunning um hvat eyðkennir kynsliga avnoyðslu.

Høvuðsleikluturin og røddin eru sera væl spæld. Filmurin lýsir eitt álvarligt og veruleikakent evni, sum vakir nógvar kenslur og tankar hjá hyggjaranum.

Dómsnevndin er samd um, at stuttfilmurin lýkur krøvini og er sera væl gjørdur.

Sí vinnara filmin her:

 

Framløgur frá evnisdøgnum

Tey trý evnini

Tryggarumegin á netinum

Filmur um grooming