Hvat er Tryggari Internetdagur?
Tryggari Internet Dagur er føroyska heitið fyri Safer Internet Day og er ein altjóða dagur, ið verður hátíðarhildin í februar á hvørjum ári. Dagurin hevur til endamál at seta sjóneykuna á at gera internetið tryggari og betri fyri øll børn og ung.
Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í átakinum og tað er ymiskt, hvussu øll londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi. Í Føroyum er tað SSP, Nema og FøroyaTele sum skipa fyri átakinum og kann best lýsast sum eitt fyribyrgjandi tiltak fyri allar flokkar í hádeild ( úr 7 fl. til og við 10 fl.).
Hettar verður gjørt við eini kapping, sum fær sum fær hesi ungu at hugsa um týdningin av at ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum á ymsan hátt. Flokkarnir luttaka við at gera eina verkætlan/uppskot sum lýsir ársins evni best.
Fyri at veita næmingum neyðugu kunning og íblástur, verður eisini skipa fyri evnisdegi, har ársins evni verður gjøllari lýst.