Tryggari Internetdagur 2021

Í dag gjørdist miðlabreytin í Nám X í Eysturskúlanum vinnarin av ársins Tryggari internet degnum.

Í ár varð evnið “Talgildi samleikin: Frælsi at vera eg á netinum” og í hesum sambandi gjørdi næmingarnir í Nám X bæði ein stuttfilm og poddvarp um evnið.

Trýst á myndina fyri at síggja tíðindasendingina hjá KVF við vinnararnar frá Nám X.

Stuttfilmurin lýsur, hvussu sosialir miðlar kunnu ávirka ungdómin við at bæði radikalisering og polarisering kann koma fyri seg millum fólk á netinum. Hetta við bert at vera “eg” er ikki altíð so einfalt á netinum, tí internetið ger tað lættari hjá stórum hópum av fólki at samlast og ávirka samleikan hjá teimum ungu. Tá henda ávirkan er neilig kann hon avskerma tey ungu frá teimum sunnu felagsskapunum og leiða til stórt einsemi – og tí endar fimurin við, at ein ungur situr einsamallur við einari standmynd á einum bonki á Vaglinum.Enn einaferð hjartaliga til lukku við flotta avrikinum og vinninginum á 20.000 kr!

Eisini stóra takk til Føroya Tele, Nema og Fólkaheilsuráðið fyri týðandi leiklut og samstarv í átakinum.

Niðanfyri ber til at síggja avrikið hjá NámX.

Frælsi at vera eg á netinum

 

Hoyr poddvarpin hjá Nám X, ið eisini var við til at vinna 20.000 kr.