Hvat er Tryggari Internetdagur?

Tryggari Internet Dagur er føroyska heitið fyri Safer Internet Day og er ein altjóða dagur, ið hevur sum endamál at seta sjóneykuna á at gera internetið tryggari og fyribyrgja lógarbrot og skaðandi atburði millum børn og ung á netinum.

Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í tiltakinum og tað er ymiskt, hvussu øll londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi. Í Føroyum er tað SSP, FøroyaTele og Nema sum skipa fyri tí og tað kann fyrst og fremst skiljast sum eitt fyribyrgjandi átak fyri allar næmingar í hádeild, sum fær hesi ungu at hugsa um týdningin av at ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum. Fyri at gera hetta, byrjar átakið við trimum evnisdøgum/ráðstevnum fyri tey ungu, ið eru eins, men ymsa staðni í landinum, soleiðis at flestu skúlar fáa møguleikan at luttaka. Her fáa tey ungu fyrilestrar frá millum annað SSP, Føroya Politi, Námi og Barnabata ið snúgva seg um, hvussu tey kunnu ferðast trygt á netinum, har mørk og rættindi verða viðurkend. Eisini verður altíð skipað fyri live-tónleiki fyri tey ungu. Aftaná hetta byrjar árliga kappingin, har allir flokkar fáa møguleikan at vinna 20.000 kr við at gera eitt sjón-/ljóðband á hægst 4 min, ið lýsir ársins evnið, ið broytist hvørt ár. Øll uppskot sendast inn á tid.fo, í seinasta lagi á altjóða Tryggari internetdegnum, ið altíð liggur í næsta mánaði í árinum (februar), næstu viku í februar og næsta dag í vikuni (týsdag) (2-2-2). Í ár verður hann tí 11. feb. 2025. Við fyribyrging fyri eygað og fyri at styrkja um felagsskapskensluna, so viðmæla vit, at tað ikki eru fleiri bólkar frá sama flokki, ið gera hvør sítt uppskot, men heldur eitt uppskot, ið allur flokkurin er felags um.