Í farnu viku varð skipað fyri evnisdøgum í sambandi við kappingina til Tryggari Internetdag 2024. Hetta er afturvendandi tiltak, ið leggur lunnar undir, at næmingar nýta ávísan málbúnað at lýsa aktuelt evnið.
Fyrst varð lagt fram í skúlanum við Løkin, har áleið 300 næmingar savnaðust við lærarum teirra. Dagin eftir fóru vit til Suðuroyar og einir 100 næmingar saman við lærarum teirra, møttu. TID-tiltakið – Tryggari Internetdagur – SSP endaði í skúlanum á Fløtum, har lagt varð til rættis, at 600 næmingar og lærarar teirra kundu savnast í høllini.
Hetta skúlaárið er málbúnaðurin at framleiða ein film: “Allir flokkar í hádeild kunnu vera við í kappingini um ein gávukekk á 20.000 kr., við at gera ein stuttfilm ella sjónbandalag, upp til 4 min. um talgildan harðskap.”
Undirevnini, ið ungdómur best kennir við heitunum “grooming”, “stalking” og “scamming” vórðu løgd fram og á ymsan hátt fingu næmingarnir hugskot til hvussu møguleiki var at loysa uppgávuna.
Allir luttakarar sóu eisini vinnarafilmin, ið næmingar í Tofta skúla sendu inn til kappingina í februar: Tryggari Internetdagur 2023 – SSP.
Fyrstir á pall vóru tveir politistar, ið arbeiða við lógarbrotum á netinum. Teir lýstu undirevnini og hvussu hesi koma til sjóndar á netinum. Í SSP-høpi snúði framløga teirra seg fyrst og fremst um at vísa á hvussu týdningarmikið tað er at nýta vit og skil. SSP-politisturin legði síðani fram, hvat loyvt er og nær talan er um lógarbrot. Barnabati legði eisini fram og samskifti teirra við næmingarnar var um at siga frá og at práta vit tey vaksnu um hvussu ferðast verður trygt og høviskliga, eisini á netinum. Framløgurnar verða til taks á heimasíðuni www.tid.fo í næstum.
Samanumtikið fegnast SSP-ráðgevingin um hesar tríggjar dagar og gleða vit okkum at síggja hvussu næmingar í hádeildini fara at lýsa evnið. Vit takka starvsfeløgum og somuleiðis Nema og Føroya Tele fyri samstarv og góða hjálp til fyriskipan og somuleiðis Kirvi fyri at framleiða vatnfløskur við serligu etikettunum, ið góvu næmingunum høvið eisini at verða við í minnu kappingini.