Dagstovnar – ein týðandi liður í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP.
1. januar 2018 kom í gildið, at dagstovnar eisini skuldi verða ein partur av fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP. Hetta er eitt stórt lop í mun til fyrstu árini hjá SSP í Føroyum, har tað mestan mun var arbeitt við næmingum í framhaldsdeildini og síðani frá skúlabyrjan. Tí fáa dagstovnarnir eisini stóran týdning sum samstarvspartur í virkseminum hjá SSP frameftir. Menningin av SSP-samstarvinum hevur so hvørt gjørt, at virksemið er komið í eina fasta og trygga legu við eini greiðari ætlan, ið arbeitt verður eftir. Hetta er sjálvsagt eisini neyðugt, nú virksemið er partur av einum miðvísum arbeiði, sum ein rúgva av fólki kring landið eigur sín góða lut í.