Týsdagin 3. februar luttók SSP á Ungdómstinginum, har næmingar úr sjey skúlum, løgdu uppskot fram til viðgerðar
Sum partur av skránni varð SSP boðið til hoyringar í Mentanarnevndini í sambandið við tvey av uppskotunum:
-
at seta 15 ára aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum – uppstssetari: Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, úr skúlanum við Løgmannabreyt
-
at hækka játtanina til SSP-samstarvið við 3 milliónum, m.a. til fyribyrging og rúsfrí tiltøk – uppskotssetari: Filip av Reyni úr skúlanum við Løgmannabreyt
Í hoyringini varð dentur lagdur á týdningin av skipaðum og langtíðar fyribyrgjandi arbeiði, umframt tørvin á fleiri rúsfríum tiltøkum og felagsskapum fyri ung.
Tað er ein sonn fragd at hoyra orðaskiftið sum hevur verið, og vit eru sera errin og rørd um uppskotini- at vit so sanniliga eiga ein so skilagóð ung, ið vit mugu lurta eftir, tá tey ynskja broyting og íløgur í teirra ungdóm og felagsskap. Tey eru sera greið tá tey ynskja aldursmark fyri snildfonir og sosialar miðlar, og fleiri rúsfrí tiltøk – Tað krevur hjálp frá okkum vaksnu og politikarum!
6 av 9 uppskotum samtykt
Eftir at uppskotini komu aftur úr nevnd og eftir orðaskiftið, umframt nakrar tillagingar, vórðu seks av teimum níggju uppskotunum samtykt.
Hesi vóru:
- at seta 14 ára aldursmark fyri snildfonum og sosialum miðlum
-
at hækka játtanina til SSP-samstarvið við 2 milliónum
-
at gera eina avsláttarskipan fyri koyring í fleiri undirsjóvartunnum
-
at avmarka, hvør kann selja tubakksvørur
-
at tryggja kvinnum betri atgongd til bíligari ella ókeypis menstruatiónsvørur
-
at seta fleiri pengar av árliga til Suðuroyartunnilin
![]()
![]()
![]()








