Dagføring: Vegna korona er skeiðið mánadagin 10. januar 2022 á Námi um ársins tryggari internet dag avlýst.
Hetta skeiðið kann skiljast sum ein kveikingardagur, har allir lærarar í mið- og hádeild kunnu fáa íblástur, tilfar, kunning og ítøkilig amboð til at arbeiða við og vegleiða sínar næmingar í ársins evni: Myndadeiling á sosialum miðlum. Vinnarin av besta uppskotinum vinnur 20.000 kr.
Endamál:
At geva lærarum vitan, førleikar og hugskot at arbeiða við árliga Tryggari internetdegnum saman við næmingum í mið- og hádeild.
Innihald:
Á skeiðnum verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at gera internetið so gott og trygt sum til ber hjá børnum og ungum í Føroyum.
Á skeiðnum fáa lærarar:
– Vitan um tryggari internet dagin.
– Innlit í miðlavanar hjá børnum og ungum í Føroyum.
– Førleikar og íblástur til evni hjá næmingum at arbeiða við.
– Ítøkilig amboð at styrkja førleikarnar hjá næmingum at gera internetið eitt tryggari stað at vera og
at tryggja ein betur talgildan trivnað millum børn og ung.
Harumframt fáa allir lærarar dagførda undirvísingartilfarið
“Ferðast á netinum” ið gevur ítøkilig dømi um, hvussu teir kunnu undirvísa í at gera internetið tryggari í gerandisdegnum í skúlanum.
Skeiðsnið:
Framløgur, orðaskifti og samstarv.
Málbólkur:
Fólkaskúlalærarar í mið- hádeild.
Undirvísarar: Kemur seinni.
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
10. jan. 2022 kl. 09.00-15.00
Meldast kann til skeiðið
her
Um tryggari internet dagin
Tryggari Internet Dagur er eitt altjóða fyribyrgjandi tiltak, ið verður hátíðarhildið hvønn februar mánaða. Tiltakið byrjaði longu í 2004, har 14 lond valdu at hava ein dag, ið skuldi seta sjóneykuna á týdningin av at børn og ung ansa eftir sær sjálvum á netinum og arbeiða móti at gera internetið tryggari og betri fyri øll. Í dag verður dagurin hildin í yvir 170 londum kring heimin.
Les meira á Safer Internet Day