16. og 17. Apríl varð Den Nationale Alkoholkonference 2026 hildin í Keypmannahavn, við heitinum nýggjar normar og karmar fyri eina burðadygga alkoholmentan. Fyrilestrar við støði í nýggjastu gransking innan fyribyrging, rúsviðgerð, persónligar royndir og átøk, ið vilja betra um alkoholmentanina. ( sí skránna og slides frá døgunum)
Ein greið niðurstøða frá ráðstevnuni varð m.a:
👉 Alkoholmentanin er ikki fastlæst – hon broytist yvir tíð, og kann ávirkast.
👉 Alkoholmentanin er tengd at sosialum normum
👉 Einsemi er ein vaksandi trupulleiki, fyri bæði ung og vaksin
👉 Foreldur eru ofta í eini tvístøðu um hvat er best at gera, tá tað kemur til alkohol og ung
Fyri SSP-arbeiðið innan fyribyrging eru høvuðsniðurstøðurnar hesar:
- Normar kunnu flytast – tað sum er vanligt, kann broytast og er longu undir broyting
- Foreldur gera størsta munin – at hava týðilig og restriktiv mørk, ið útseta byrjanaraldurin, og samstarva við onnur foreldur
- Felagsskapur er ein tann sterkasta fyribyrgingin- ung hava ikki tørv á alkohol, men tørv á at hoyra til í tryggum felagsskapum
Ung eru meira opin fyri at velja alkohol frá og fleiri alternativ eru longu. Men retorikkurin og vantanin hjá foreldrum og samfelagnum er ofta tann, at ung vilja- og eiga at drekka. Tí er kjarnan í SSP, at minka um alkoholfokus, og meira fokus á trivna og sosialsambond.
Rák ið síggjast eru;
- Altjóða er gongdin viðvíkjandi alkohol er minkandi;
- ung drekka minni og debutaldurin er hækkandi
- “sober curious” rørslan er vaksandi
- fleiri rúsfrí alternativ og low alkohol alternativ( max 2%)
- binge-drekking er minkandi, tó er ein lítil øking í Dk. millum ung 16-24 ár
- átøk eru ið stuðla ungdómi at lættliga velja alkohol frá, við at raðfesta felagsskapin og relatiónir
Dømi um átøk vóru m.a;
- Next miðnámsskúlin, har fyrstu 3 mðr. hjá 1 árs næmingum, eru uttan alkohol. Fokus er á upplivingar, ítróttardagar, kafékvøld og túrar, ið styrkja felagsskapin. Til skúlaveitslur hereftir, er bert loyvt at selja alkohol upp til 5 % sterkt, og nógv alkoholfrí alternativ eru eisini. Reklamera verður ikki at tað er alkoholfrítt, fyri at
- Roskildefestivalurin hevur lagt seg eftir at skapa aktivitetir og innihald, har alkohol ikki er í miðdepli, sum partur av tierra virkisætlan. Klatriveggir, túrar, mindfulness og kreativ workshop o.a. uttan alkohol. Rúsfrí alternativ eru fyrst at síggja á skránni, og vilja tey at ung aktivt skula velja alkohol til, heldur enn frá.
- Eisini er vælumtøkti ungdómsfestivalurin Delta, sum er rúsfríur, sum dømi uppá at festivalur til ung, ikki tørvar alkohol fyri at eydnast. Bareigarar vístu eisini á teirra ábyrgd at stuðla undir góðu gongdini, við at bjóða karmarnar um rúsfrían felagsskap.
Munur er á londunum, um hvussu nógv alkohol er lækkandi. í Danmark gongur rættan vegin, tó heldur seint. Ung drekka framvegis nógv og fleiri byrja ov tíðliga. Serliga er binge-drekking er framvegis ov útbreitt.
Gransking og praksis vísa á, at ung drekka oftast fyri at hoyra til felagsskapin og skapa relatiónir, men tað er felagsskapurin, ikki alkoholið, sum hevur týdning fyri tey. Einsemi og trivnaður hevur stóra týdning, tí alkohol og einsemi hevur ein herðandi ávirkan á hvørt annað og kann hanga saman við alkohol- og sálarligum trupulleikum.
Foreldur í tvístøðum
Gransking frá Center for Rusmiddelforskningen vísti á nøkur temaðir sum gingu aftur hjá foreldrum;
- Vilja álit, dialog og avtalir
- Ung sleppa ikki undan ávirkan av alkoholmentanini
- At minka um skaðar og vandar ið standast av alkohol
- Stúranir eru í samband við alkohol og náttarlívið
Samanumtikið sást aftur, at flestu foreldur raðfesta at vísa álit og ung somuleiðis hava álit á foreldur, um á stendur. Fleiri loyva alkohol, við ávísum treytum um hvar tey eru, heimkomutíðir og hvussu nógv verður drukkið- hóast tey vistu, ung ofta ikki halda avtalurnar. Fleiri foreldur hava ringt við at seta týðilig mørk, og vilja heldur minka um vandar ið kunnu standast av alkoholi, við at keypa lægri alkoholprosent, fylgja við umvegis sosialar miðlar og heinta tey úr býðnum osfr.
Foreldur eru stúrin tá drukkið verður, men á ymiskan hátt, alt eftir kyni.
- Dreingir: stúran um álop og harðskapsmál, vanlukkur og seksuel mørk, knýtt at ákærir um manglandi samtykki
- Gentir: stúran um kynsligan ágang ella neyðtøku, tilróp, óynskt uppmerksemi, umframt vanlukkur

definationin av einsemi

Delta – ungdómsfestivalur frá ung til ung, uttan rús

spurnakanning millum ung

spurnakanning millum ung









