Mæla til 15-ára aldursmark
SSP-ráðgevi og politistur í teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi mæla foreldrum til at ansa væl eftir, hvat børnini gera á spølum sum Roblox og á sosialum miðlum, men frægast er um børn als ikki hava fartelefonir fyrrenn tey eru minst 15 ára gomul.
“Tá børn spæla á Roblox, er tað týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvørji spøl eru aldurshóskandi fyri barnið, hóast foreldrini longu hava ásett aldur”, sigur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi. Ein nýggj vitlíki funka, “Face-ID”, kom í gildið á Roblox 1. januar 2026, ið skannar andlitið hjá barninum fyri at vátta aldurin. Hetta ger millum annað, at bert børn yvir 13 ár kunnu nýta kjattfunkuna og av tí sama kann hetta tykjast tryggari, til dømis í mun til lokking.
“Tó er ikki óhugsandi, at ein slík funka kortini kann misnýtast og tí verða foreldur biðin um at vísa hesum varsemi. Fleiri dømi eru komin fram í millum annað Danmark, um at børn kunnu tekna skegg á andlitið og soleiðis fáa atgongd til kjattfunkuna, meðan vaksin hinvegin hava eydnast við at nýta filtur, sum fær tey at síggja yngri út og harvið kunna kjatta við børn á Roblox “, sigur Súsanna í Króki.
SSP-ráðgevi mælir tí foreldrum til:
1. at útseta byrjanaraldurin til 15 ár, áðrenn børn fáa snildfon og atgongd til sosialar miðlar, herundir Roblox.
2. at knýta Roblox vangan hjá barninum til ein foreldravanga.
3. kanna hvørji spøl barnið hevur atgongd til og hvørji eru aldurshóskandi.
4. blokera tey spølini, ið ikki eru aldurshóskandi fyri barnið. Hetta kann gerast í innstillingunum.
5. tos við barnið um, hví tú setur mørk og tryggja tær, at barnið følir seg trygt við at fortelja tær um møguligar upplivingar, sum tað fær í spølunum á Roblox, kjattinum, ella sosialum miðlum sum heild. Børn mugu vita, at um okkurt hendir, so er tað ikki teirra skuld og at tey kunnu fáa hjálp frá vaksnum.
Sí meira í innslagnum hjá Kringvarp Føroya her: Mæla til 15-ára aldursmark







