Kom og hoyr Line Melvold í Kelduni mikudagin 20. apríl 2022 kl. 17.30 – 19.30.
Line er barngarðsleiðari, skrivar fakbøkur og hevur upplegg í nógvum høpum, har barnarættindi er í miðdeplinum.
Á ráðstevnuni hjá Kommunufelagnum, Børn á breddan í september í 2021, bergtók hon luttakararnar á ráðstevnuni við sínum hugburði at møta og síggja børn í teirra lívsstøðu. Fyrilesturin er skipaður av SSP samstarvinum kring Skálafjørðin og ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.
Livsmestring i barnehagen – Å bære sin egen bagasje
“Gleði er, tá hjarta byrjar at banka” – sigur Mikkel (5 ár).
Signe (4 ár) leggur skjótt afturat: “HART!”
Í 2018 gav Line Melvold út bókina “Livsmestring i barnehagen – Å bære sin egen bagasje”, ið gevur innihald til hugtakið “Lívsmeistran” og setur tað á dagsskránna sum heilsufremjandi. Bókin vísir, hvat starvsfólk í barnagarðinum kunnu gera fyri at økja lívsgóðskuna hjá barninum við at taka viðkomandi val, ið eru skikkaði til týdningarmikla námsfrøðiliga arbeiði.
“Livsmestring i barnehagen” hevur 11 kapitlar, sum á ymsan hátt lýsa, hvussu fakfólk kunnu arbeiða heilsufremjandi í barnagarðinum – bæði við menniskjum og umhvørvi. Tað snýr seg um at varðveita lívsgleðina og skapa meining í lívinum hjá barninum. Og um at taka orsøkir til negativa strongd burtur, so at barnið kann uppliva ró í sær sjálvum. Hetta krevur, at starvsfólk skilja, hvussu stóran týdning teirra verumáti og relatiónsførleikar hava fyri lívsgóðskuna hjá barninum – og virka hareftir.
Tíðin er komin til at hyggja upp og geva sær tíð – tíð til samanspæl og hjartabankan.