Á “rørslu-ráðstevnu” farna fríggjadag, varð nomið við ymsar vinklar til næmingar og rørslu.
Saknur var í at hoyra okkurt um Spæliliðini, ið skipa spøl í fríkorterum kring landið.
NÁM skipar á hvørjum ári skeiðsdagar, har lærarar og næmingar arbeiða við ymsum hugskotum til spøl í fríkorterinum. Á hesum skeiðum læra næmingarnir eisini hvussu teir greidliga kunnu læra frá sær og skipa fríkorterini til felagsspæl og trivnað.
Um skúlar hava møguleika at lata SSP-læraran, annan lærara, ið varðar av Spæliliðnum, ella eisini næmingar, luttaka á skeiðum uttanlands, so eru t.d. hesar dagfestingar nú lýstar:
2. mai: Gymnastikhøjskolen Ollerup
8. mai: Idrætshøjskolen Bosei
14. mai: Sønderborg Idrætshøjskole
28. mai: Nordjyllands Idrætshøjskole
Meira um hesi tiltøk eru á hesi slóð.
Meira um Spælilið (Legepatrulje) er á hesi slóð.