Evnisdagur fyri námsfrøðingalesandi

SSP-ráðgevingin skipar fyri aðru ferð ein evnisdag fyri 2. árs námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya. Endmálið við degnum er at miðla vitan út til komandi námsfrøðingar um SSP-samstarvið, týdningin av almennari fyribyrging, fráboðanarskyldu, rættargangslógina og annað. Evnisdagurin verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn kl. 9-14.

Sára og Aleks Suðuroy

6. flokkur vitjar Barnaverndartænastuna á Tvøroyri kl. 10. Á skránni er Sára og Aleks átakið, ið er ein handbók og tveir filmar um barnaverndartænasturnar í Føroyum. Endamálið við at greiða børnum og ungum frá barnaverndartænastunum er: Børn/ung skulu vita, at vit hava eina barnaverndartænastu. Børn/ung skulu vita, hví vit hava eina barnaverndartænastu. Børn/ung skulu vita,…