Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla skipaði upplýsandi og hugnaligt tiltak í gjár – á barnarættindadegnum.
Næmingaráðið hevði boðið hinum næmingaráðunum í Føroyum og politikkarum og stásiliga fimleikahøllin var stúgvandi full.
Áskoðararnir kunnu gleðast um framúr góðar tónleikaframførslur og somuleiðis stuttleika í fríløtu, har Spæliliðið skipaði ymisk spøl á vøllinum. Veðrið var framúr gott og næmingarnir fingu høvið at hitta javnaldrar í tí, næmingaráðið hevði fyriskipað.
Djóni Nolsøe Jonesen, landstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum setti dagin, við orðunum: “Eg kenni tað sum mína “fornemstu” uppgávu sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum at tryggja barnarættindi fyri øll børn í Føroyum.”
Hanna Vang, Løgtingsins umboðskvinna og umboðskvinna barnanna, greiddi lættliga frá pørtum í ST-sáttmálanum um barnsins rættindi. Hanna Vang vísti eisini á heimasíðuna www.bum.fo, ið millum annað lýsir Barnarættindasáttmálan.
Uttan iva eru nógvar fyrireikingar til slíkt tiltak, men tað er júst slíkt, ið eisini er við til at menna yngra ættarliðið at taka orðið og siðiliga at seta orð á tey mál, ið hava týdning.
Í SSP-høpi kunnu vit fegnast um tiltakið, ið samansjóðar og setir orð á, samstundis sum hetta kann verða íblástur til onnur næmingaráð at skipa eitthvørt tiltak – eisini tiltak, ið knýtir bond til onnur næmingaráð.