8.a í Hoyvíkar skúla er ársins vinnari av Tryggari internetdegnum kappingini
Filmurin er deildur upp í tvey. Í fyrsta parti verður hyggjarin spurdur “sært tú?” ímeðan ein vanligur skúladagur hjá Marko verður vístur. Tá skúladagurin endar fær hyggjarin at vita, at meðan Marko hevði ein vanligan skúladag, bleiv ein floksfelagi happaður. Hyggjarin fær síðani innlit í, hvat hendi rundanum Marko, men sum hyggjarin ikki gjørdi sær far um.
– Og mest týdningarmikla av øllum: eru vit vitni til happing, skulu vit siga frá.
Vit ynskja 8.a í Hoyvíkar skúla hjartaliga til lukku við avrikinum og takka fyri øll uppskotini, sum eru komin inn. Okkara ungu hava stórt rós uppiborið, og eru vit errin at síggja, at vit hava so dugnalig ung, ið vilja arbeiða við hesum evninum.







