Nú fer SSP av bakkastokki
Óli Rubeksen, samskipari og ráðgevi í SSP
SSP-samstarvið er nú klárt at seta í verk; byrjað verður við einum felags átaki í morgin á Hotel Føroyum
Leingi hevur verið arbeitt við at seta á stovn SSP-samstarv í Føroyum. SSP er tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið arbeiða ella hava samband við børn og ung. Endamálið við SSP er at savna og samskipa tað fyribyrgjandi arbeiðið millum børn og ung og at fremja felags atgerðir. SSP skal arbeiða fyri at fyribyrgja kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung.
Fríggjadagin fer samstarvið í gongd, men í morgin verður felags tiltak á Hotel Føroyum, har øll tey, ið so ella so hava við SSP at gera, limirnir í SSP-bólkunum kring landið og avvarðandi leiðslur fyri myndugleikar, eru boðin til framløgur og fyrilestrar um evnið. Endamálið við degnum er at fáa eina felags fatan av SSP-samstarvinum.
– Nú fara vit í gongd, men einki er sum so liðugt. SSP-samstarvið verður til í eini tilgongd, sum alla tíðina er í menning. SSP-bólkarnir kring landið eru mannaðir við lærarum, fólki frá barnaverndartænastuni og øðrum, ið varða av børnum og ungum, og tað vera tey, sum fara at mynda, hvussu SSP-arbeiðið fer fram í lokala økinum, sigur Óli Rubeksen, virkandi samskipari av SSP.
Á skránni í morgin er forvitnislig framløga við Stig Arne Berglund, sum er lektari í sosialum arbeiði á lærda háskúlanum í Umeå; hann fer at tosa um, hvussu vit skapa eina vend og broyting hjá ungum við truplum liviumstøðum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, setur dagin klokkan 9.
SSP stendur fyri skúli, sosialir myndugleikar og politi. SSP er formligt samstarv millum Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.