10-ára hátíðarhald – Kveikingardagurin
8. november 2019 var tað 10 ár síðani, at samstarvið ‘SSP’ byrjaði. Í tí sambandi verður skipað fyri einum kveikingardegi á Hotel Føroyum, har tey fagna felagsskapinum, liva og læra um hvønn týdning tað hevur at øll børn og ung sleppa í part.
– Samanborið við onnur lond, so skikkar føroyski ungdómurin seg væl. Hetta sigur Jógvan Kallsgarð Joensen, brotsfrøðingur, sum hevur gjørt eina kanning um føroyskan ungdóm og kriminalitet. Jógvan fer at halda ein fyrilestur um kriminalitet og støðuna hjá teimum ungu.
– Tey týdningarmestu, tá man tosar um fyribyrging, tað eru ikki tey ungu – tað eru foreldrini. Tað eru foreldrini, sum vit skulu hjúkla um, og vísa á týdningin hjá teimum, fyri at børn og ung trívast. Soleiðis sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi, á Góðan Morgun Føroyar.
Kveikingardagurin var á Hotel Føroyum 8. nov. frá kl. 9-16.
Filmsbrot frá síggjast niðanfyri.