Føroysk børn og ung kenna til hugtakið harðskap og vita, at tað ikki er loyvt at fremja kropsligan harðskap ímóti nøkrum. Men tey skulu læra, at harðskapur kann vera annað enn kropsligur, tí tað finnast fleiri sløg av harðskapi.
Politiið hevur framleitt eina undirvísingarætlan, sum hevur til endamáls at kunna næmingarnar um, hvussu teir kunnu fyribyrgja harðskapi og um rættarligu, persónligu og kensluligu avleiðingunum av eini skeivari avgerð – bæði fyri ein sjálvan og fyri tann órættaða.
Við undirvísingarætlanini hava SSP politistar fingið amboð til at tosa við børn og ung um øll sløg av harðskapi.
Undirvísingarætlanin ”harðskapur og revsiváttan” snýr seg yvirskipað um at hava góðan atburð og at seta mørk. Evnini í undirvísingini snúgva seg millum annað um kropsligan, sálarligan, kynsligan, materiellan og fíggjarligan harðskap. Harafturat fáa næmingar innlit í, hvat ein revsiváttan er og hvat hon kann brúkast til.
Endamálið við undirvísingini er at kunna næmingarnar um grundarlagið fyri at hava lógir og viðtøkur og at eggja næmingunum til at fylgja og liva eftir hesum. Politiið bjóðar næmingum í 9. flokki undirvísingina.