Tryggari Internetdagur
17Okt(Okt 17)09:0019(Okt 19)15:00Tryggari InternetdagurEvnisdagar
Um tiltak
í 2024 verður altjóða Tryggari Internetdagur í Føroyum og aftur verður kapping á skránni, sum byrjar við evnisdegi. í ár vera tríggir evnisdagar, fyri at røkka enn fleiri næmingum, og
Um tiltak
í 2024 verður altjóða Tryggari Internetdagur í Føroyum og aftur verður kapping á skránni, sum byrjar við evnisdegi. í ár vera tríggir evnisdagar, fyri at røkka enn fleiri næmingum, og tað er ókeypis at luttaka!
Evnisdagarnir vera 17, 18 og 19 oktobur og vera hildnir í Eysturoy, Suðuroy og í Tórshavn. Kom við!
Endamálið við evnisdegnum er at kveikja áhuga fyri kappingini, vegleiða og geva góð ráð, samstundis
sum ársins evni verður gjøllari lýst.
Ársins evni er Talgildur harðskapur við undirevnunum:
– Grooming
– Stalking
– Scamming
Kappingin “Tryggari Internetdagur” er fyri allar næmingar í hádeild (úr 7. fl til og við 10. fl.).
Uppskotini í ár, skulu vera ein stutt filmur ella eitt sjónbandalag, og upp til 4 min. til longdar.
Vinnarin av besta uppskotinum, vinnur 20.000 kr til flokkin!
Tryggari Internetdagur fingið nýggja síðu!
Á tid.fo ber til at tekna seg til tann evnisdagin ið er staðsett tættast við sítt øki. Síðan er gjørd við tí endamálið, at savna alt á einum stað, so tað verður lættari at tekna seg til evnisdagin, lesa um ársins evni, eins og tað skal bera til at síggja undanfarnu evnir og vinnarauppskot. Skráin verður tøk í næstum og kunngjørd á síðuni.
Hvat er Tryggari Internetdagur?
Tryggari Internet Dagur er føroyska heitið fyri Safer Internet Day og er ein altjóða dagur, ið verður hátíðarhildin í februar á hvørjum ári. Dagurin hevur til endamál at seta sjóneykuna á, at gera internetið tryggari og betri fyri øll børn og ung.
Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í átakinum og tað er ymiskt, hvussu londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi.
Nær
17/10/2023 09:00 - 19/10/2023 15:00(GMT+00:00)