Barnavernd og fráboðanarskylda

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.

Torført kann vera at vita við vissu, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við, um tú hevur kunnleika til slík viðurskifti. Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli m.a. orsakað av rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Fráboðanir skulu vendast til barnaverndartænastuna í tínum øki.

Faldarin “Børn hava rætt til eitt gott lív” setur sjónareykuna á fráboðarnarskylduna hjá fakfólki og hvussu ein skal bera seg at.

Visti tú…

  • at í 2023 vóru tilsamans 622 fráboðanir til barnaverndar-tænasturnar í Føroyum?
  • at løgreglan er tann, ið boðar mest frá?
  • at foreldur sjálvi venda sær til Barnaverndartænastuna fyri at fáa hjálp?


Tí hevur tað eisini týdning sum fakfólk at eggja foreldur at boða frá og verða varhugin av, at børn og ung hava brúk fyri eini hjálpandi hond, tá á stendur.

Les meira um, hvat hagtølini siga um fráboðarnir hjá Barnaverndarstova Føroya

Sára og Aleks

Sára og Aleks er ein handbók og tveir bóklingar um barnavernd.

Støður hjá børnum og ungum, har foreldrini stríðast við sálarligum sjúkum ella eru bundin av rúsdrekka, eru ofta tabu og torførar at handfara hjá bæði børnum og vaksnum.

Tilfarið um Sáru og Aleks er ein hjálp at viðgera hesi viðkomandi evni og seta orð á.