Nýggjur bóklingur til fakfólk um fráboðanarskylduna

Barnaverndarstova Føroya og Sig Frá hava í hesum døgum nýggjan bókling um fráboðanarskylduna kláran til fakfólk. Heitið á bóklinginum er: Børn hava rætt til eitt gott lív. Fakfólk eru her tey, sum hava tætt samband við børn, til dømis námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar, ljósmøður og kommunulæknar. Fráboðanarskyldan umfatar børn og ung, sum hava brúk fyri hjálp…