SSP-skeið 2
10Sep09:0015:00SSP-skeið 2Skeiðshøli, Nám
Um tiltak
Hetta skúlaárið verður aftur veitt skeið til allar SSP-lærarar – hesaferð eitt víðari skeið til teir lærarar, ið hava tikið grundskeiðið í
Um tiltak
Hetta skúlaárið verður aftur veitt skeið til allar SSP-lærarar – hesaferð eitt víðari skeið til teir lærarar, ið hava tikið grundskeiðið í 2022/2023.
Melda teg til á nam.fo.
Endamál:
At hjálpa og styrkja leiklutin sum SSP-lærari úti í føroysku fólkaskúlunum, soleiðis at teir eru tryggir við og hava røttu amboðini til at styrkja trivnaðin millum børn og ung, sum liður í at fyribyrgja vandafaktorar og skaðandi atburð.
Innihald:
Sum víðari liður í SSP-grundskeiðnum fara vit á hesum skeiðnum heilt niður í, hvussu komandi SSP-ár sær út og hvussu arbeiðast kann ítøkiliga við SSP í gerandisdegnum á skúlanum.
Tú lærir m.a.:
- Hvørjar arbeiðsuppgávur ein SSP-lærari hevur.
- Nýggjastu vitanina innan fyribyrging.
- Hvussu tú ítøkiliga kann arbeiða við SSP á tínum skúla.
- Hvat fyri tilfar kann nýtast.
- Hvat aðrir SSP-lærarar gera.
Arbeiðshættir:
Framløgur, bólkaarbeiði, samstarv og ítøkiligt arbeiði við uppgávum.
Málbólkur:
SSP-lærarar.
Førleikakrøv: SSP-lærarar, ið hava luttikið á SSP-grundskeið í 2022/2023.
Fyrireiking:
Tit eru vælkomin at kunna tykkum á www.ssp.fo um tilfar, rættargangslógina, fráboðanarskyldu og uppgávurnar hjá einum ssp-lærara.
Skeiðshaldari: SSP-ráðgevingin.
Lektiónir: 6
Tilmeldingarfreist: 01.juli 2024
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
10. sep. 2024 kl. 09.00-15.00
10. sep. 2024 kl. 09.00-15.00
Nær
10/09/2024 09:00 - 15:00(GMT+00:00)