PAS Light
03Feb10:0014:00PAS LightSkeiðshølið, Nám.
Um tiltak
PAS Light – rúsfyribyrging Endamál: At veita førleikar og tilfar til at betra um rúsdrekkamentanina millum næmingarnar. Innihald: Á skeiðinum verður arbeitt hesum evnum: Normar og virðir í felagsskapinum Norm-og-virðis-spælið Hvørjar avleiðingar hevur rúsdrekka
Um tiltak
PAS Light
– rúsfyribyrging
Endamál:
At veita førleikar og tilfar til at betra um rúsdrekkamentanina millum næmingarnar.
Innihald:
Á skeiðinum verður arbeitt hesum evnum:
- Normar og virðir í felagsskapinum
- Norm-og-virðis-spælið
- Hvørjar avleiðingar hevur rúsdrekka fyri felagsskapin?
- Støðutakan innan tvístøður, tengdar at rúsdrekka
Um PAS-light
PAS-light er eitt undirvísingarátak á 90 min., ætlað næmingum á miðnámi, við fokus á betri alkoholmentan. PAS-light-tilfarið fevnir um eina PowerPoint-framløgu, tveir teknifilmar og eitt samvirkið spæl. Í undirvísingini taka næmingarnir støðu til hvørjir normar og virðir, ið eru týdningarmikil fyri tey í einum felagsskapi. Harumframt viðgera næmingarnir, hvussu tey kunnu hava ein veitslumentan uttan drekkitrýst, og hvussu tey saman við øðrum best fyribyrgja negativum avleiðingum av alkoholnýtslu. PAS-undirvísingartilfarið verður viðmælt av Sundhedsstyrelsen.
Skeiðsnið:
Framløga, venjingar, orðaskifti og samstarv.
Málbókur:
Lærarar, undirvísarar og lestravegleiðarar á miðnámi. Skeiðið leggur upp til, at tilfarið verður roynt á einstøku skúlunum stutt eftir skeiðið.
Fyrireiking:
Luttakarin kann við fyrimuni lesa meira á www.projektpas.dk og hyggja eftir ókeypis undirvísingartilfari. Hettar er tó ikki nøkur treyt.
Undirvísarar:
Søren Holm, Ph.d. i Fólkaheilsuvísindi og mennari av PAS-tilfarinum.
Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.
Skeiðið er skipað í samstarvi við SSP.
Lektiónir: 4
Tilmeldingarfreist: 01.juli 2024
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
03. feb. 2025 kl. 10.00-14.00
03. feb. 2025 kl. 10.00-14.00
Melda teg til á Nam.fo.
Nær
03/02/2025 10:00 - 14:00(GMT+00:00)