Hvussu styrkja vit trivnaðin hjá børnunum í familjuni?
03Mei09:0016:00Hvussu styrkja vit trivnaðin hjá børnunum í familjuni?BólkurRáðstevnur
Um tiltak
Ein ráðstevna við denti løgdum á týdningin, ið parlagið og familjan hevur fyri trivnaðin hjá børnum. Í Føroyum eru børn, sum vaksa upp í heimum, har foreldrini ofta hava samanbrestir, ella
Um tiltak
Ein ráðstevna við denti løgdum á týdningin, ið parlagið og familjan hevur fyri trivnaðin hjá børnum.
Í Føroyum eru børn, sum vaksa upp í heimum, har foreldrini ofta hava samanbrestir, ella har tøgn og fjarstøða millum tey er stór. Afturat hesum eru fleiri børn, ið uppliva stóra kreppu í samband við hjúnaskilnað/samlívsslit. Hesar støður kunnu hava við sær stórt órógv hjá børnunum, somuleiðis sum tær kunnu hava við sær strongd og upplivilsi av máttloysi og einsemi.
Við ráðstevnuni ynskir MEA at leggja dent á, hvat vit ítøkiliga kunnu gera í Føroyum fyri at betra um trivnaðin í parlagnum og familjuni – fyri børnini.
Skrá fyri dagin:
Hvønn týdning hevur parlagið fyri menning og trivnað hjá børnum og vaksnum? Við Teu Trillingsgaard, PhD. og lektari í menningarsálarfrøði á Aarhus Universitet.
Tea Trillingsgaard leggur fram eina heildarmynd av gransking sínari innan átøk, ið eru málrættað parlagnum.
Hvussu kunnu vit ítøkiliga styrkja trivnaðin í familjuni? Við Mattias Stølen Due, stjóri í Center for Familieudvikling.
Mattias Stølen Due, greiðir frá hvussu fyribyrgjandi átøkini parskeiðið PREP, Par-tjek og Partelefonen, kunnu styrkja um trivnaðin í familjuni.
Hvussu hjálpa vit børnum í samband við hjúnaskilnað? Við Søren Marcussen, leiðari á familjudeildini í Center for Familieudvikling.
Søren Marcussen miðlar út vitan um, hvussu mann styrkir trivnaðin í familjuni í samband við hjúnaskilnað – undir hesum eisini vitan um møguleikarnar í barnabólkum.
Hvat kunnu vit heilt ítøkiliga gera fyri at hjálpa familjunum í Føroyum? Við Vígdis Skorheim, stjóri í MEA.
Vígdis Skorheim vísir á visjónir fyri arbeiðnum við familjum í Føroyum, eins og á ítøkilig uppskot til fram- og átøk innan hettar økið.
Prísurin er 1.325 kr. og umframt fyrilestrar er eisini ábit v/kaffi og te og frokostur íroknað.
Nær
(Mikudag) 09:00 - 16:00