Hassj og fyribyrging - fyrilestur
20Nov19:0020:30Hassj og fyribyrging - fyrilesturAlmennur fyrilestur á Glasir
Um tiltak
Ein liður í fyribyrgingararbeiðnum er at menna vitanina um hassj og hassjnýtslu – hjá teimum ungu, foreldrum teirra, lærarum, fakfólki og øðrum. Tað er umráðandi at varpa ljós á fylgjurnar, tað
Um tiltak
Ein liður í fyribyrgingararbeiðnum er at menna vitanina um hassj og hassjnýtslu – hjá teimum ungu, foreldrum teirra, lærarum, fakfólki og øðrum.
Tað er umráðandi at varpa ljós á fylgjurnar, tað kan hava fyri ung, sum enda í hassjnýtslu og -misnýtslu, og hvussu tað kann ávirka teirra trivna, læring, kognitivu førleikar, uppmøting í skúlahøpi, sálarligu heilsu og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin sum vaksin.
Vit vilja eisini varpa ljós á nýggjastu granskingina, tá ið tað snýr seg um avleiðingarnar av regluligari hassjnýtslu.
Christopher Schmitz, ið fer at halda fyrilestrarnar, hevur 20 ára royndir at arbeiða við ungum sum roykja hassj. Hann hevur hjálpt foreldrum teirra eins og nógv fakfólk hava tikið útbúgving hjá honum, har hann undirvísir teimum í at brúka ta evidensbaseraðu HAP metoduna. Hann hevur eisini skrivað bøkurnar ”Forælder til hashryger (2013)” sum er týdd til trý mál og skriva bókina ”Den vigtigste bog du nogensinde har læst om cannabis (2020)”.
Fyrilesturin varar 1 tíma og aftaná verður kjak, har tað eisini ber til at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis fyri allar luttakarar.
Stigtakari er:
Rúsráðgevingin v/Menu Joensen
Samstarvsfelagar:
• Lestrarvegleiðingin á Glasi
• Tórshavnar Kommuna
• ADHD-felagið
• Skúlin á Fløtum
• Hotel Djuurhus
• Atlantic Airways
• Betri stuðul
Nær
20/11/2023 19:00 - 20:30(GMT-11:00)