Grundskeið SSP-lærarar
12Sep09:0015:00Grundskeið SSP-lærararStað/tíð: Nám, skeiðshølið, kl. 09.00-15.00
Um tiltak
Ert tú SSP-lærari? kanska nýggjur ella fleiri ára royndir, men hevur ikki luttikið á okkara grundskeiðum áður? So melda teg til, freistin er 02. juli, 2023 Endamál: At menna og styrkja
Um tiltak
Ert tú SSP-lærari? kanska nýggjur ella fleiri ára royndir, men hevur ikki luttikið á okkara grundskeiðum áður? So melda teg til, freistin er 02. juli, 2023
Endamál:
At menna og styrkja tín leiklut sum SSP-lærari, so tað verður lættari at fremja arbeiðssetningarnar á einstaka skúlanum í verki.
At tú sum virkin luttakari fært íblástur, viðkomandi vitan um SSP-samstarvið og møguleika at deila royndir við aðrar SSP-lærarar.
Innihald:
SSP-lærarar fáa innlit í SSP-samstarvið (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi), og hvussu SSP-lærarar arbeiða yvirskipað við trivnaði og fyribyrging á øllum floksstigum í einstaka skúlanum. Á skeiðnum verður sostatt arbeitt við, hvussu man sum SSP-lærari arbeiðir ítøkiliga við fylgjandi galdandi arbeiðssetningum:
1. At taka lut í SSP-økisbólkunum og vera sambindingarliður millum skúlan og SSP-økisbólkin.
2. Miðla vitan um SSP-samstarvið í økinum og um tiltøk/átøk til hinar lærararnar, næmingarnar og foreldrini.
3. Vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP-høpi.
4. Fylgja væl við tí, sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum.
5. Ráðgeva starvsfelagum á skúlanum í einstaklingamálum.
6. Samskipa SSP-átøk á skúlanum.
Umframt hetta fáa luttakarar ymiskt tilfar um arbeiði innan almenna fyribyrging í SSP. Gjøgnum framløgur, venjingar og orðaskifti verður tilfarið, ið skal geva íblástur til, hvussu man sum SSP-lærari kann arbeiða fyribyrgjandi í sínum dagliga virksemi á einstaka skúlanum, gjøgnumgingið.
Skeiðsnið:
Framløgur, venjingar, orðaskifti og samstarv.
Málbókur:
Nýggir SSP-lærarar og tey, sum ikki hava luttikið á grundskeiði áður.
Fyrireiking:
Tað er gott, um SSP-lærarin hevur verið á www.ssp.fo og hugt eftir undirvísingartilfarið hjá SSP-ráðgevingini. Hettar er tó ikki nøkur treyt.
Undirvísarar:
Daisy Iversen, SSP-ráðgevi.
Lektiónir: 6
Tilmeldingarfreist: 02.juli 2023
Stað/tíð:Nám, skeiðshølið
12. sep. 2023 kl. 09.00-15.00
Melda til á www.nam.fo
Nær
12/09/2023 09:00 - 15:00(GMT+00:00)