Grundskeið fyri SSP-lærarar
04Okt09:0015:00Grundskeið fyri SSP-lærarar
Um tiltak
Týsdagin 4. oktober 2022 skipar SSP-ráðgevingin fyri fyrsta grundskeið til allar SSP-lærarar. Endamál: At styrkja teg sum SSP-lærara, umframt at miðla og fremja virkiskránna
Um tiltak
Týsdagin 4. oktober 2022 skipar SSP-ráðgevingin fyri fyrsta grundskeið til allar SSP-lærarar.
Endamál:
At styrkja teg sum SSP-lærara, umframt at miðla og fremja virkiskránna og arbeiðssetningin á einstaka skúlanum. At tú sum virkin luttakari fært íblástur, leiðbeining og møguleika at deila royndir sum SSP-lærari.
Innihald:
SSP-lærarar fáa innlit í SSP-samstarvið (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi), og hvussu SSP-lærarar arbeiða yvirskipað við trivnaði og fyribyrging á øllum floksstigum í einstaka skúlanum. Á skeiðnum verður sostatt arbeitt við, hvussu man sum SSP-lærari arbeiðir ítøkiliga við fylgjandi galdandi arbeiðssetningum:
1. At taka lut í SSP-økisbólkunum og vera sambindingarliður millum skúlan og SSP-økisbólkin.
2. Miðla vitan um SSP-samstarvið í økinum og um tiltøk/átøk til hinar lærararnar, næmingarnar og foreldrini.
3. Vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP-høpi.
4. Fylgja væl við tí, sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum.
5. Ráðgeva starvsfelagum á skúlanum í einstaklingamálum.
6. Samskipa SSP-átøk á skúlanum.
Umframt hetta fáa luttakarar ymiskt tilfar um arbeiði innan almenna fyribyrging í SSP. Tilfarið, sum verður gjøgnumgingið við framløgum, venjingum og orðaskifti, skal geva SSP-lærarum íblástur til at arbeiða fyribyrgjandi í sínum dagliga virksemi á einstaka skúlanum.
Skeiðsnið:
Framløga, venjingar, orðaskifti og samstarv.
Málbókur:
SSP-lærarar.
Undirvísarar:
Óli Rubeksen, leiðari, SSP-ráðgevingin.
Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi.
Lektiónir: 6
Tilmeldingarfreist: 01.juli 2022
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
4. okt. 2022 kl. 09.00-15.00
4. okt. 2022 kl. 09.00-15.00
Nær
04/10/2022 09:00 - 15:00(GMT+00:00)