Fyrilestur við Rikke Yde Tordrup: Bersøgin foreldur virka í kærleika.
Um tiltak
Summi foreldur eru so nógv uppií, at tey arbeiða ímóti og kritisera lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk. Samstarvið gongur striltið – og tað gongur út yvir børnini. Hvørji eru tey bersøgnu
Um tiltak
Summi foreldur eru so nógv uppií, at tey arbeiða ímóti og kritisera lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk. Samstarvið gongur striltið – og tað gongur út yvir børnini.
Hvørji eru tey bersøgnu foreldrini? Hvat fær tey at fara so fram? Hvørjar avleiðingar hevur teirra atferð fyri børnini og teirra menning? Og hvussu kunnu lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk handfara foreldur við stórum krøvum og sterkum kenslum konstruktivt og professionelt – eisini tá ósemja er í luftini?
Ein fyrilestur, sum snýr seg um, hvussu námsfrøðingar, lærarar og onnur stravsfólk, bæði á almenna- og serøkinum, kunnu fáa sum mest burtúrúr samstarvinum við foreldur, sum gera vart við seg langt inn í dagstovnsins-, skúlans og frítíðarskúlans gerandisdag.
Fyrilestrarhaldari
Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár.
Sí eisini www.rikketordrup.dk
Málbólkur
Fakfólk í skúla-, dagstovna- og serøkinum og onnur, sum í sínum yrki hava samstarv við foreldur.
Tíð og stað
Dagurin verður hildin mánadagin 2. desember Løkshøll í Runavík. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.
Tilmelding og prísur
Prísur: 1200 kr.
Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.
Nær
02/12/2024 08:30 - 15:00(GMT+00:00)