Ókeypis webinar
Hvussu møta vit á bestan hátt, børnum og ungum við ADHD í felagsskapum innan ungdómshús og øðrum frítíðarpædagogiskum tilboðum? Og hvussu skapa vit umhvørvi, har rúm er fyri ymiskleika, trivnaði og luttøku hjá øllum?
Í hesum webinarinum gevur serfrøðisálarfrøðingurin Jonas Friedrichsen, frá Center for ADHD+ eina praksisnæra innleiðslu í ADHD og tær avbjóðingar, sum ADHD kann hava við sær í gerandisdegnum.
Framløgan tekur støði í frítíðarpedagogiska gerandisdegnum og gevur ítøkilig sjónarmið um:
- hvussu ADHD kann koma til sjóndar hjá børnum og ungum
- hvat kann liggja aftan fyri atburð, sum avbjóðar
- hvussu fakfólk kunnu arbeiða við relatiónum, regulering og tryggleika
- fyribyrgjandi mannagongdir og amboð, sum styrkja luttøku og felagsskap
Á webinarinum verður ástøði knýtt at dømum úr praksis og reflektiónum, sum kunnu nýtast beinleiðis í arbeiðinum við børnum og ungum í ungdóms- og virkishúsum og øðrum frítíðartilboðum.
Hvørjum er webinarið ætlað?
Framløgan er ætlað námsfrøðingum, starvsfólkum og leiðarum í ungdóms- og virkishúsum og frítíðartilboðum, sum ynskja størri fatan av ADHD og íblástur til at fáa sterkar og fevnandi felagsskapir.
Praktiskar upplýsingar
Kostnaður: Ókeypis
Dagur: 15. september 2026
Byrjar: Kl. 10.00 danska tíð
Endar: Kl. 11.15
Stað: Online
Tekni tykkum her: Webinar: Center for ADHD+ | Ungdomsringen 2.0
Center for ADHD+ er ein non-profit felagsskapur í sivilsamfelagnum, sum samstarvar við bæði almennar og privatar aktørar um at skapa varandi og skipanarligar broytingar í tilgongdini til børn, ung og vaksin við neurodivergens.




