Evnið í ár
Tryggari Internetdagur 2026 verður evnið “ Happing á netinum “.
Sum vant verður skipað fyri evnisdøgum fyri at kveikja áhuga fyri kappingini.
Allir flokkar í hádeild kunnu vera við í kappingini um ein gávukekk á 20.000 kr., við at gera ein stuttfilm ella sjónbandalag, upp til 4 min. um happing á netinum.
Evnisdagur
Evnisdagur varð hildin 8. oktobur 2025 við Tjarnir.
Næmingarnir fingu spennandi fyrilestrar frá fakfólki og undirhald á degnum.
Evnisdagurin varð stroymdur og til ber at síggja allar framløgur aftur her:







