Regluligur starvsnevndarfundur verður í Kommunufelagnum kl. 10.00-12.00. Á fundinum møtast SSP-ráðgevingin og starvsnevndin, ið umfatar Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í BUMR og Mariann Reinert, SSP-samskipari í Føroya politi. Endamálið við reguligu starvsnevndarfundunum er at seta í verk og eftirmeta SSP-arbeiði við støði í stevnumið og virkisætlan fyri SSP-arbeiðið. Harumframt hevur starvsnevndin, saman við ráðgevingini, ábyrgdina av at gera uppskot til stevnumið og virkisætlan, ið verða endaliga góðkend av avvarandi myndugleikum á SSP-ársfundinum.
Vælkomin at deila