6. flokkur vitjar Barnaverndartænastuna á Tvøroyri kl. 10.
Á skránni er Sára og Aleks átakið, ið er ein handbók og tveir filmar um barnaverndartænasturnar í Føroyum.
Endamálið við at greiða børnum og ungum frá barnaverndartænastunum er:
- Børn/ung skulu vita, at vit hava eina barnaverndartænastu.
- Børn/ung skulu vita, hví vit hava eina barnaverndartænastu.
- Børn/ung skulu vita, hvussu tey kunnu koma í samband við barnaverndartænastuna, um tann einstaki næmingurin ella onkur, tey kenna, treingir til hjálp frá barnaverndartænastuni.