SSP-politistur vitjar 1. flokkarnar í Fuglafjarðar skúla at undirvísa í ferðslufrálæru.
Eitt sindur um ferðslufrálæru
Børn hava tørv á vitan og venjing fyri at klára seg í ferðsluni. Umráðandi er, at tey duga mest grundleggjandi ferðslureglurnar. Børn hava nakrar avbjóðingar, tá ið tey ferðast í ferðsluni, tí tey eru smá á vøkstri, hava avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Eisini hava tey fáar royndir og eru bráðlynt.
Politiið hevur framleitt eina undirvisingarætlan, sum hevur til endamáls at økja kunnleikan um ferðslu, soleiðis at barnið fær eina betri fatan av tí, sum hendir og kann henda.
Undirvísingarætlanin ”ferðslufrálæra” snýr seg yvirskipað um, hvussu børnini kunnu ferðast trygt í ferðsluni. Evnini í undirvísingini snúgva seg millum annað um at ganga tvørtur um ein veg, gonguteigar, gongubreytir, ferðsluljós, endurskin, trygdarbelti og eygnasamband. Politiið bjóðar næmingum í 1. flokki undirvísingina.
Arbeiðsgongdin er, at SSP-politisturin kemur út og tosar við næmingarnar um m.a. at ganga yvir um vegin á gonguteigi og at hava eygnasamband við onnur ferðandi. Teirra menningarstig ger, at tey hava fleiri avbjóðingar í ferðsluni enn vaksin. Tí er endamálið við undirvísingini at børnini skulu skilja, hvussu ein skal hátta sær í ferðsluni, soleiðis at tey eru trygg.
Bílegging og nærri upplýsingar um undirvísingina fáast við at venda sær til SSP-politistin í tínum øki.