„Eitt trygt barnalív“
– um at seta og virða mørk
SSP-dagar í Nólsoy 14. og 15. mai 2024
Skrá:
Dagur 1.
8:00 – 8:25 Morgunfundur inni í skúlastovu
8:30 Barnagarðurin kemur í skúlan
Endamálið er at skúlin, barnagarðurin og ungdómshúsið er eitt gott stað at vera fyri øll
Her tosa vit pent, líkamikið hvussu tey tosa heima, saman við familjuni ella á netinum!
Umráðandi er at heilsa, góðan morgun
Kann eg lána…
Siga takk
Siga farvæl
Hugarok
Hvat ger okkum ótrygg?
Hvat ger okkum trygg?
8:50 Rolluspæl við casum
(Forum teater)
9:10 Felagsspæl
(spælilið – fangaspæl við hularing)
9:20 Morgunsangur
9:40 Frukt og fríkorter
10:00 Barnagarðurin fer oman
Næmingar fara til verkstovur
Verkstovur:
góður bólkur/ringur bólkur – góð samskifti/ring samskifti- tá eg havi tað trygt og gott/ringt- hvar eru okkara grensur?
• Gera film
• Gera sang
• Gera positiv orð og orðatøk (til at hanga upp í skúlanum)
• Tekna/mála/gera collage- myndir við góðum/ringum støðum
11:30 Yngri bólkur heim
12:30 Eldri bólkur heim
Dagur 2.
8:00 – 8:25 Morgunfundur inni í skúlastovu
8:30 Barnagarðurin kemur í skúlan
Vísa film “Gott barnalív”
Hugarok
Hvussu tosa vit pent saman og við virðing, bæði munnliga og kroppsliga (mimik)? T.d. smíl, tummil upp, nikka, bjóða góðan morgun
Finn ein máta hvussu man kann spyrja pent. Finna makkara og skriva í ballónina
(Hvussu spyrji eg pent, hvat pent kann eg siga við onkran (kompliment?))
8:50 Rolluspæl við casum
(Forum teater)
9:10 Felagsspæl
(spælilið – kong gularót við fallskermi)
9:20 Morgunsangur
9:40 Frukt og fríkorter
10:00 Barnagarðurin fer oman
Næmingar fara til verkstovur
Verkstovur:
• Gera arbeiði liðugt frá í gjár
11:10 Framløgur í fimleikahøll
11:30 Yngri bólkur, takk fyri í dag.
Eldri bólkur, ?
19:00 Foreldrafundur í Látrinum
Dømir um Casir til rolluspæl:
• Næmingar sita í rundingi, ein skal vísa mynd av hundahvølpinum, men eingin hyggur, tey sita og snakka saman
• Ein situr og trummar í borðið meðan hini meðan hini rokna. Ein næmingur byrjar at rópa: “Tig!”
• Onkur hevur krógvað skógv sum næmingur eigur, og hann biður um hjálp at finna hann, men næmingurin svaraði:”Hatta er tín skógvur, so tú kanst bara finna hann sjálvur”
• Fer yvir og tekur ein lit frá øðrum,
• Ein næmingur gongur eftir ganginum, ein annar kemur undir hann, Hann sigur “tú ert so bíttur, eg skal berja teg tá vit fara í fríkorter”
• Kom við hasari bókini tí eg skal hava hana!
• Gev mær límstiftina, eg skal brúka hana!
• Næmingur fingið nýggja blusu, ein næmingur stendur aftan fyri hann og sigur “sært tú hvussu ljót handan blusan er”
• Tekur hoppiband og lovar hinum ikki at spæla við
• Tekur bólt og lovar hinum ikki við í spælið
• Læsir hurðar fyri næmingum
• Onkur situr og teknar, ger sær ómak, ein næmingur kemur rennandi á borðið og ein ljót strika kemur á tekningina
Foreldrafundur á Látrinum í Nólsoy mikukvøldið 15. Mai 2024 kl. 19-20.30 (ella var tað heilt til 21?)
“Eitt trygt barnalív”
– um at seta og virða mørk
Skrá
Vælkomin
• Maud og Bára bjóða vælkomin og fortelja stutt um skránna:
1. Framløga um SSP (10 – 15. min.) Tine og Ebba, SSP-samskiparar hjá Tórshavnar Kommunu
– um ítøkiliga (konkret), serstak (spesifik) og almenn (generel) fyribyrging – evnisdagar – um at seta og virða (respektera) mørk
2. Framløga um – hvat merkir tað at seta og virða (respektera) mørk fyri millum annað menningina hjá barninum, Mari Ann heilsusystir ( 20 min. )
– (um td. at menna persónlig integritet, sjálvsvirðing og respekt, reduktión av stressi, sunnar relatiónir osfr.)
3. Framløgu frá starvsfólkunum á Látrinum og skúlanum við myndum, ( 20 min. )
– hvat og hvussu hava børnini arbeitt við evninum
4. Prát um tað at seta og virða (respektera) mørk
– Tvístøðukort: Tine og Ebba hava við til foreldrafundin