Tryggari internetdagur 2025

 

Í ár er evnið “Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt?” herundir:

  • Deep fake
  • Happing
  • Óloglig myndadeiling
  • Kynslig avnoyðsla
  • Lokking

 

Tryggari internetdagurin byrjar við trimum evnisdøgum 1., 2. og 3. oktobur 2024, ið eru eins, men ymsa staðni í landinum, fyri at flest skúlar kunnu luttaka.

 

  • 1. okt. 2024 kl. 09.00-12.00 í Løkshøll í Runavík.
  • 2. okt. 2024 kl. 10.30-13.30 í SALT á Tvøroyri.
  • 3. okt. 2024 kl. 09.00-12.00 í Høllini á Hálsi í Tórshavn.

 

Evnisdagarnir eru ætlaðir flokkar í hádeild og hava til endamáls at fyribyrgja, at føroysk ung enda í vandamiklar talgildar støður. Á døgunum fáa øll sostatt vitan um, hvussu ung kunnu ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum, har mørk og rættindi verða viðurkend. Í hesum sambandi koma SSP, Nám, Føroya Politi og Barnabati at greiða millum annað frá fyrimunir og vansar við vitlíki, hvat sigur lógin um hetta og hvar ung kunnu venda sær fyri at fáa hjálp.

Aftaná evnisdagarnar fer okkara árliga kapping í gongd, har allir flokkar í hádeild (7., 8., 9. og 10. fl.) kunnu gera eitt sjón-/ljóðband um ársins evnið “Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt?” og lata tað inn í seinasta lagi 11. februar 2025 á tid.fo. Flokkurin við besta uppskotinum vinnur 20.000 kr. Við fyribyrging fyri eygað og fyri at styrkja felagsskapskensluna, so viðmæla vit, at tað ikki eru fleiri bólkar frá sama flokki, ið gera hvør sítt uppskot, men heldur eitt uppskot, ið allur flokkurin er felags um.

Framløgur frá evnisdøgunum

Vælkomin og ársins evni – SSP

Vitlíki – fyrimunir og vansar – Nám

Hvat sigur lógin – Føroya Politi

Tú og eg ráðgevingin – Barnabati

 

Kappingin

Ynskir tín flokkur í hádeild at vera við í kappingini, so ber til at lesa her fyri at fáa vitan um mannagongd, reglur, freistir og møguligan íblástur.

Mannagongd

Mannagongdin er, at aftaná evnisdagarnar eru loknir 1., 2. og 3. okt 2024, so eru allir flokkar vælkomnir at byrja teirra verkætlan til kappingina. Ymiskt er, hvussu flokkar velja at arbeiða, tá talan er um tíð, uppgávubýting millum floksfelagar osfr., so tað er heilt upp til hvønn einstakan flokk (og flokslærara), hvat riggar best fyri tey. Nøkur byrja at fyrireika seg beinanvegin og nýta javnan tíð uppá verkætlanina, til freistin er farin, meðan onnur nýta bert sjálva dagin, freistin er, ið eisini er dagurin Tryggari internetdagurin verður hátíðarhildin kring heimin. Tí er tað týdningarmikið at ráðleggja saman við flokslæraran, hvussu tit ætla at gera og at flokslærarin, og td SSP-lærarin, hjálpir við at býta uppgávurnar millum næmingarnar. Til dømis, um verkætlanin skal vera ljóð-/sjónband, hvat evnið skal vera, hvør skal vera leikstjóri/leiðbeinari, hvør skal taka film/ljóð, hvør skal hjálpa við staðseting/høli osfr. Á henda hátt er ynskið, at allir næmingar í flokkinum fáa ein leiklut í verkætlnini, stórar sum smáar, ið kann styrkja felagsskapskensluna, tá hon er liðug.

 

Reglur

Verkætlanin skal:

  • vera sjón- ella ljóðband.
  • vera á hægst 4 minuttir.
  • lýsa ársins evnið.
  • hava fyribyrgjandi endamál.
  • latast inn umvegis okkara tilmeldingarskipan.
  • kunna nýtast av SSP at koyra á almennar pallar, sum sosialar miðlar, foreldrafundir og annað.

 

Freist

Øll uppskot skulu latast inn umvegis okkara tilmeldigarskipan.

Freistin fyri innlating er týsdagin 11. februar 2025 á midnátt.

Vinnarin verður avdúkaður mánadagin 3. mars 2025 á skúlanum hjá flokkinum, har hann fær handað gávukekk á 20.000 kr.

 

Íblástur

í 2023 varð orðið vitlíki kosið ársins orð í Føroyum, ið er føroyska heiti fyri Artificial Intelligence (AI).

Ársins orð undirstrikar, at vitlíki er vorðin partur av dagsins samfelagi og hevur týdning og ávirkan bæði í skúla- og privatlívi hjá børnum og vaksnum. Ofta hugsa vit fyrst um stórar málmyndlar og kjattmenni sum t.d. ChatGPT og MyAI á Snapchat. Í føroyskum høpi kann fyrimunurin við vitlíki vera, at tað kann hjálpa okkum at skapa møguleikar fyri at framleiða tekst og myndir á nýggjan hátt, bæði innan skúla og millum vinir. Av tí at funkan er nýggj, vita vit ikki allar møguligar vansar, ið kunnu koma av henni og hvussu eftirfarandi tekstur og myndir kunnu verða. Serliga, um talan er um tilgjørdar myndir av vinum, kenningum ella makum, millum tey ungu, ið kunnu leggjast út á nógvar almennar pallar, sum Instagram ella bólkar á Snapchat.

Í Føroyum hava vit eina revsilóg, ið vísir til, hvørji rættindi vit hava á netinum: logir.fo.

At taka myndir §264 a.

Í § 264 a. stendur, at ``Tann, sum av órøttum avmyndar persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir (...).`` Hetta merkir, at tað altíð krevur samtykki, um tú ynskir at taka eina mynd av einum persóni í einum privatum rúmi, sum heima hjá viðkomandi, inni í flokkinum, í skiftingarrúminum osfr. Um viðkomandi fyrst hevur givið samtykki, men seinni angrar tað, hevur tú ikki longur rætt til myndina og tískil skyldu til at strika hana.

Myndadeiling §236

Í § 236. stendur, at ``Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. (...)`` Hetta merkir, at tað er ólógligt at senda pornografiskar myndir/filmar víðari av børnum undir 18 ár á pallar sum Snapchat, Instagram, TikTok osfr. og hetta er líkamikið um viðkomandi hevur fingið hesar myndir frá onkrum øðrum fyrst ella ikki.

Myndir liggjandi á telefonini §236, Stk 2.

Í § 236, Stk. 2. stendur, at ``Tann, sum eigur ella keypir ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upptil 1 ár.`` Hetta merkir, at tað er ólógligt at hava pornografiskar myndir, filmar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, liggjandi á telefonini, teldu og øðrum talgildum miðlum.

Samtykki §236, Stk 3.

Tá talan er um myndatøku ella myndadeiling, so stendur í § 236, Stk. 3. at, ``Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur.`` Hetta merkir, at mynd krevur altíð samtykki, bæði at taka mynd og deila, men er talan um myndir/filmar við pornografiskum endurgevingum og barnið er undir 15 ár, er tað ólógligt óansæð. Samtykki kann eisini altíð takast aftur og í hesum førum hevur viðkomandi skyldu til at strika myndina.

Deep fake §264 d.

Í § 264 d. stendur: ``Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin.`` Hetta er eisini galdandi fyri nakinmyndir, filmar við kynsligum innihaldi, viðgjørdar myndir/filmar, Deep fake ella annað líknandi. Deep fake er tí eitt hugtak, ið lýsir nýtsluna av vitlíki (Artificial Intelligence) til at framleiða veruleikakendar myndir ella filmar av persónum/tingum, ið ongantíð hava verið og eru tí følsk. Hóast hetta, kann ein følsk mynd ella falskur filmur, við hjálp av vitlíki, kennast minst líka særandi og brot uppá rættindi hjá órættaði.

Hóttanir § 266.

Í § 266 stendur, at ``Tann, sum hóttir onkran við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er slíkur, ið kann elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.`` Við øðrum orðum merkir hetta, at hóttanir við td at drepa ella neyðtaka á pallar sum Snapchat, Instagram osfr. er revsivert. Tað er eisini líkamikið um tann sum sigur/skrivar hetta, ætlaði veruliga at gera tað ella ikki.

Lokking (Grooming) § 229.

Lokking á netinum er tá ein persónur, ið hevur yvirvág í aldri og royndum, uppbyggir eitt samband við eitt barn ella ungan persón á talgildar pallar, við tí fyri eyga at misnýta barnið ella tann ungi kynsliga. Lokking tekur tíð og talan er tí aloftast um eina langa manipulatiónsprosess. Hetta er revsivert sambært § 229: ``Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.``

Kynslig avnoyðsla (sextortion) § 225.

§ 225. Tað er ólógiligt, ``tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan``, ímóti teirra vilja, td við at hótta at deila nakinmyndir av viðkomandi.

Niðanfyri ber til at síggja filmar um fyrimunir og vansar við vitlíki