Tryggari Internetdagur

Evnið í ár

Tryggari Internetdagur 2025 verður evnið ” Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt? ” við undirevnunum:

– Deepfake

– Happing

– Ólóglig myndadeiling

– Kynslig avnoyðsla

– Lokking

Sum vant verður skipað fyri evnisdøgum fyri at kveikja áhuga fyri kappingini.

Allir flokkar í hádeild kunnu vera við í kappingini um ein gávukekk á 20.000 kr., við at gera ein stuttfilm ella sjónbandalag, upp til 4 min. um Vitlíki.

Evnisdagar

Evnisdagar verða hildnir 1. oktobur 2024 í Løkshøll, 2. oktobur 2024 í SALT og 3. oktobur 2024 í Høllina á Hálsi.

Sum altíð fáa næmingar spennandi fyrilestrar frá fakfólki og undirhald á degnum.

Evnisdagarnir eru ókeypis og tilmeldingin fer fram niðast á síðuni.

Innlating

Øll uppskot skulu latast inn umvegis okkara tilmeldingarskipan.

Freistin fyri innlating er týsdagin 11. februar 2025 á midnátt.

Vinnarin verður funnin mánadagin 3. mars 2025.

Tryggari internetdagur

Evnisdagur í Norðurøkinum

1. oktobur 2024 í Løkshøll við Løkin

Evnisdagur í Suðuroynni

2. oktobur 2024 í Salt á Drelnesi

Evnisdagur í Tórshavn

3. oktobur 2024 í Høllina á Hálsi

Føroya Tele
SSP
Nema