Um Tryggari internetdagin 2026

Tryggari internetdagurin byrjaði við einum evnisdegi fyri allar flokkar í hádeild í Føroyum.

  • 8. oktobur 2025 kl. 09.00-12.00 við Tjarnir í Tórshavn.

Evnið: Happing á netinum.

Tiltakið var fullsett við 1110 luttakarum í Tjarnir og eini 400 yvir stroyming.

Evnisdagurin hevur til endamáls at fyribyrgja, at føroysk ung enda í vandamiklar talgildar støður. Á degnum fingu øll sostatt vitan um, hvussu ung kunnu ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum, har mørk og rættindi verða viðurkend. SSP, Nám, Føroya Politi og Barnabati komu á pallin og greiddu millum annað frá, hvat happing á netinum er, hvat sigur lógin um hetta og hvar ung kunnu venda sær fyri at fáa hjálp.

 

Framløgurnar:

SSP: “Vælkomin og ársins evni”
Nám: “Hvat er happing á netinum og hvussu kann hon fyribyrgjast?”
Føroya Politi: “Hvat sigur lógin”
Barnabati: “Tú & Eg Ráðgevingin”

Hygg aftur eftir Tryggari internetdegnum við Tjarnir her:

Nú evnisdagurin er lokin, fer okkara árliga kapping í gongd. Allir flokkar í hádeild (7., 8., 9. og 10. fl.) kunnu gera ein stuttfilm/videolag um ársins evnið “Happing á netinum” og lata tað inn í seinasta lagi 10. februar 2026 á tid.fo. Við fyribyrging fyri eygað og fyri at styrkja felagsskapskensluna í flokkinum, so viðmæla vit, at tað ikki eru fleiri bólkar frá sama flokki, ið gera hvør sítt uppskot, men heldur eitt uppskot, ið allur flokkurin er felags um. Flokkurin við besta uppskotinum vinnur 20.000 kr.

Kappingin

Ynskir tín flokkur í hádeild at vera við í kappingini, so ber til at lesa her fyri at fáa vitan um mannagongd, reglur, freistir og møguligan íblástur.

Mannagongd

Mannagongdin er, at aftaná evnisdagurin er lokin 8. oktobur 2025, so eru allir flokkar vælkomnir at byrja teirra verkætlan til kappingina. Ymiskt er, hvussu flokkar velja at arbeiða, tá talan er um tíð, uppgávubýting millum floksfelagar osfr., so tað er heilt upp til hvønn einstakan flokk (og flokslærara), hvat riggar best fyri teir. Nøkur byrja at fyrireika seg beinanvegin og nýta javnan tíð uppá verkætlanina, upp til freistina, meðan onnur nýta bert sjálva dagin 10.februar 2026, ið eisini er dagurin Tryggari internetdagurin verður hátíðarhildin kring heimin. Tí er tað týdningarmikið at ráðleggja saman við flokslæraranum, hvussu tit ætla at gera og at flokslærarin hjálpur við at býta uppgávurnar millum næmingarnar. Til dømis, um verkætlanin skal vera stuttfilmur/videolag, hvat evnið skal vera, hvør skal vera leikstjóri/leiðbeinari, hvør skal taka film/ljóð, hvør skal hjálpa við staðseting/høli osfr. Á henda hátt er ynskið, at allir næmingar í flokkinum fáa ein leiklut í verkætlnini, stórar sum smáar, ið kann styrkja felagsskapskensluna, tá verkætlanin er liðug.

 

Reglur

Verkætlanin skal:

  • vera ein stuttfilmur ella eitt videolag.
  • vera á hægst 4 minuttir.
  • lýsa ársins evnið: Happing á netinum.
  • hava fyribyrgjandi endamál.
  • latast inn umvegis okkara tilmeldingarskipan.
  • kunna nýtast til at koyra á almennar pallar, sum sjónvarpið/KVF, sosialar miðlar, foreldrafundir og annað.

 

Freist

Øll uppskot skulu latast inn umvegis okkara tilmeldigarskipan.

Freistin fyri innlating er týsdagin 10. februar 2026 á midnátt.

Vinnarin verður avdúkaður mánadagin 2. mars 2026 á skúlanum hjá flokkinum, har hann fær handað gávukekk á 20.000 kr.

 

Íblástur

Happing á netinum er ikki eitt nýtt fyribrigdi og hava vit trivnaðarkanningarnar frá 2015, 2019 og 2023, ið hava kannað, hvussu nógv børn í 5., 7. og 9. flokki uppliva happing á netinum og andlit til andlits.

Allar tríggjar kanningar vísa, at 11% uppliva happing á netinum. Hetta merkir, at talgild happing er hvørki voksin ella minka síðani 2015. Sum dømi svarar 11% til, at í hvørjum flokki við 24 næmingum uppliva tveir til tríggir næmingar happing á netinum.

 

Hvat er happing á netinum?

Í 2007 stovnaðu fleiri danskir granskarir EXbus (Exploring Bullying in Schools), ið hevði til endamáls at kanna happing og serliga, hvussu hon verður til. Her funnu teir fram til, at happing ikki snýr seg um tann sum happar ella verður happað/ur, men um felagsskapin. Kemur ein felagsskapur undir trýsti í ov langa tíð, kann hetta elva til stóran ótta fyri útihýsing og einsemi. Ein máti hjá einum barni at arbeiða móti hesum er at vanvirða onkran annan í felagsskapinum við vón um at skumpa onkran annan úr felagsskapinum í staðin fyri og á henda hátt skapa pláss til ein sjálvan aftur. Sleppur hetta at endurtaka seg, er talan um happing. Tí sær mann eisini dømir um, hvussu nøkur børn kunnu verða bangin fyri at verða tað næsta barnið sum verður happað og velja tí ikki at standa ímóti ella siga frá. Nýggir felagsskapir kunnu somuleiðis enda við at blíva framleidd, har tað, sum hesi børnini hava til felags, er at happa.

Happing á netinum snýr seg eisini um ótryggleika og felagsskapir undir trýsti, men tað eru serliga trýggir tættir, ið gera happing á netinum til nakað serstakt, í mun til happing andlit til andlits:

  • Tú hevur ongantíð frí. Happing kann koma fyri 24/7.
  • Øll kunnu síggja tað. Happingin kann verða meira almenn, tá hon kemur fram á t.d. sosialum miðlum.
  • Dulnevndir brúkarir. Tað er lættari at happa dulnevnt við at broyta navn/aldur o.a., á netinum.

Happing á netinum kann koma fyri uppá nógvar ymiskar mátar, um tað so er talan um boð umvegis SMS/Messenger, útihýsing frá bólkum á Snapchat, tosa niðrandi á Fortnite, deila særandi/keðiligar myndir av øðrum á TikTok osfr., men kann raka júst líka hart sum happing andlit til andlits. Eisini vísa kanningar, at happing á netinum og andlit til andlits hongur saman. Um happing byrjar í fríkorterinum, so kann hon eisini flyta seg yvir á netið og umvent. Harafturat kunnu fleiri avleiðingar og langtíðarárin koma av happing á netinum og tí er tað týdningarmikið at fyribyrgja hesum.

Tað kann eisini verða torført at vita, nær happing á netinum verður ólóglig. Í Føroyum hava vit eina revsilóg, ið vísir til, hvørji rættindi vit hava á netinum: logir.fo.
GG: Legg til merkis, at meðan happing á netinum ikki beinleiðis verður nevnd sum brot uppá revsilógina, so kann talan verða um lógarbrot, tá happingin fevnir um hóttanir, ólóglig myndadeiling, ólógligar myndir liggjandi á telefonini, kynslig avnoyðsla osfr.

At taka myndir §264 a.

Í § 264 a. stendur, at ``Tann, sum av órøttum avmyndar persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir (...).`` Hetta merkir, at tað altíð krevur samtykki, um tú ynskir at taka eina mynd av einum persóni í einum privatum rúmi, sum heima hjá viðkomandi, inni í flokkinum osfr. Um viðkomandi fyrst hevur givið samtykki, men seinni angrar tað, hevur tú ikki longur rætt til myndina og tískil skyldu til at strika hana.

Myndadeiling §236

Í § 236. stendur, at ``Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. (...)`` Hetta merkir, at tað er ólógligt at senda pornografiskar myndir/filmar víðari av børnum undir 18 ár á pallar sum Snapchat, Instagram, TikTok osfr. og hetta er líkamikið um viðkomandi hevur fingið hesar myndir frá onkrum øðrum fyrst ella ikki.

Myndir liggjandi á telefonini §236, Stk 2.

Í § 236, Stk. 2. stendur, at ``Tann, sum eigur ella keypir ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upptil 1 ár.`` Hetta merkir, at tað er ólógligt at hava pornografiskar myndir, filmar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, liggjandi á telefonini, teldu og øðrum talgildum miðlum.

Samtykki §236, Stk 3.

Tá talan er um myndatøku ella myndadeiling, so stendur í § 236, Stk. 3. at, ``Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur.`` Hetta merkir, at mynd krevur altíð samtykki, bæði at taka mynd og deila, men er talan um myndir/filmar við pornografiskum endurgevingum og barnið er undir 15 ár, er tað ólógligt óansæð. Samtykki kann eisini altíð takast aftur og í hesum førum hevur viðkomandi skyldu til at strika myndina.

Deep fake §264 d.

Í § 264 d. stendur: ``Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin.`` Hetta er eisini galdandi fyri nakinmyndir, filmar við kynsligum innihaldi, viðgjørdar myndir/filmar, Deep fake ella annað líknandi. Deep fake er tí eitt hugtak, ið lýsir nýtsluna av vitlíki (Artificial Intelligence) til at framleiða veruleikakendar myndir ella filmar av persónum/tingum, ið ongantíð hava verið og eru tí følsk. Hóast hetta, kann ein følsk mynd ella falskur filmur, við hjálp av vitlíki, kennast minst líka særandi og brot uppá rættindi hjá órættaði.

Hóttanir § 266.

Í § 266 stendur, at ``Tann, sum hóttir onkran við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er slíkur, ið kann elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.`` Við øðrum orðum merkir hetta, at hóttanir við td at drepa ella neyðtaka á pallar sum Snapchat, Instagram osfr. er revsivert. Tað er eisini líkamikið um tann sum sigur/skrivar hetta, ætlaði veruliga at gera tað ella ikki.

Lokking (Grooming) § 229.

Lokking á netinum er tá ein persónur, ið hevur yvirvág í aldri og royndum, uppbyggir eitt samband við eitt barn ella ungan persón á talgildum pallum, við tí fyri eyga at misnýta barnið ella tann ungi kynsliga. Lokking tekur tíð og talan er tí aloftast um eina langa manipulatiónsprosess. Hetta er revsivert sambært § 229: ``Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.``

Kynslig avnoyðsla (sextortion) § 225.

§ 225. Tað er ólógiligt, ``tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan``, ímóti teirra vilja, td við at hótta at deila nakinmyndir av viðkomandi.

Niðanfyri ber til at síggja filmar um happing og happing á netinum.