Ung og lívið

Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. At ein og hvør hevur ábyrgd fyri egnum gerðum. Ein týðandi táttur er fatanin av sosiala lívinum og upplivingar, sum javnaldrarnir halda vera rættar.

M.a. verður arbeitt við ábyrgdini at velja eitt virkið ungsdómslív uttan rúsdrekka, avbjóðingar í talgilda heiminum, vinarlag og venjingar, sum aktivera næmingarnar og leggja upp til orðaskifti um hugburð og atburð.

  • At menna førleikarnir hjá børnum og ungum at taka tey røttu valini
  • Mæla foreldrunum til at hava felags ásetingar fyri flokkin ella bólkin

Mælt verður til miðvísa frálæru í hádeildini og at evnið verður viðgjørt í eini evnisviku. Átakið skal somuleiðis venda sær til foreldrini og teirra leiklut sum uppalarir.

Til ber at lesa meira um átakið her.