Spælibólkar

Fyribyrging er lyklaorðið í arbeiðinum við góðum sosialum trivnaði. Miðvíst arbeiði við trivnaðinum er eisini við til at forða fyri happing og órógv millum næmingarnar.

Spælibólkar er eitt umhvørvi, har øll hava møguleika at verða sædd og hoyrd og koma til orðanna og er ein sera góður máti at arbeiða við trivnaði. Allir limirnir í bólkinum sleppa at vísa sítt virði í tryggum heimligum umhvørvi, ið foreldrini vara av í samstarvi við flokslæraran. Samumtikið snýr tað seg um at styrkja sosiala kapitalin í einstaka flokkinum.

Heinta faldara við vegleiðing til spæliliðið her:

Heinta faldara um spælibólkar her: