Knýta bond millum foreldrini

Royndir vísa, at foreldrini eru tann besta fyribyrgjandi eindin. Hetta vil SSP menna við miðvísum foreldraarbeiði í samstarvi við skúlastýri, leiðslu og flokslærarar.

Foreldranetverk er, tá ið foreldur í einum flokki hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur og hugskot. Endamálið er at hjálpa foreldrum at tosa saman om týdningarmiklar spurningar í gerandisdegnum hjá børnum og ungum.

Tað er einki at taka seg aftur í, at miðvíst arbeiði við trivnaðinum og vælferðini hjá næmingunum fremur umhvørvið fyri læring og menning av lívsførleikum.

Uppskotið tekur støði í fyribyrgingarmyndlinum – uppbyggjandi stigi, fyribyrging og kriminalitetsfyribyrging, ið var samtyktur í 2012. Lagt verður upp til at halda áfram við teimum átøkum og arbeiðshættum, ið eru roynd seinastu árini. Harumframt verður tikið atlit til, at tørvur er á at menna og økja um tiltøkini innan nýtslu og handfaring af av talgildu miðlunum.

 

Hví skulu vit hava foreldranetverk?:

  • Innlit í støðuna hjá børnunum hjá hvør øðrum fremur trivna.
  • Fyribyrgja ósemjur, arging og happing.
  • Felags rammur fyri veitslur, rúsdrekka, nær barnið skal verða heima/inni o.l. stuðlar foreldrum sum uppalarar.
  • Lættari at loysa trupulleikar, tá ið foreldrini kenna hvønn annan og hava avtalað at tosa saman, um ein er í iva.
  • At fyribyrgja misskiljingar, frustratiónir og óvissu í uppalingini.
  • Virknan leiklut í spæli- og vinarbólkum.

Til ber at lesa meira um foreldrafundin her.