Góðir miðlavanar

Góðir miðlavanar og ferðast á netinum eru kjarnuøki í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP. Hetta er tí, at samskiftismiðlar á netinum eru vorðnir ein alsamt týðandi partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum í dag. Sosialir miðlar og talgild spøl eru komin fyri at verða, og hetta krevur, at barnið verður tikið í hondina og leitt ígjøgnum møguleikarnar og vandarnar á netinum.

Átakið er uppbygt soleiðis, at SSP fyrst prátar við næmingar um dagin um góðir miðlavanar og seinni við foreldur á einum felags foreldrafundi um, hvussu tey kunnu hjálpa teirra børn við at ferðast trygt á netinum og styrkja talgilda trivnaðin í flokkinum. Støði í mennandi og fyribyrgjaandi arbeiðinum hjá SSP verður soleiðis tikið í, at foreldrini eru besta fyribyrgingin.

Til ber at lesa meira um átakið her.