Foreldrafundur

SSP bjóðar øllum skúlum foreldrafundin “Knýta bond”, ið er grundarsteinurin í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP. Á fundinum verður dentur lagdur á tey evnini, sum hava nógv at týða fyri foreldrini og sum gevur teimum møguleika at samskifta við hini í foreldrabólkinum á ein jaligan hátt. Á henda hátt verður eisini størri trivnaður og tryggleiki skaptur hjá børnunum. SSP-ráðgevingin hevur eitt upplegg um viðkomandi evni, ið gevur prátinum íblástur. Arbeitt verður fram ímóti í felag at finna fram til nakrar niðurstøður og leiðreglur um, hvat foreldur skulu hugsavna seg um, tá talan er um samspælið í flokkinum. Tí er tað umráðandi at øll børn eru umboðaði á foreldrafundinum.

Málbólkur: Foreldrafundurin er fyrst og fremst ætlaður foreldrum í byrjanardeildini, men kann nýtast eftir tørvi á øðrum floksstigum. Longd: Ein hálvan skúlatíma um dagin við næmingunum og tveir tímar foreldrafund um kvøldi. Mannagongd: 1. Flokslærarin og SSP-lærarin velja og samskipa tiltakið á skúlanum. 2. Foreldrafundurin verður skipaður í samstarvið við foreldrabólkin. 3. SSP-lærarin ger avtalu við SSP-ráðgevingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP-ráðgevingin kemur út og hittir næmingarnir fyrr um dagin fyri at hoyra teirra áskoðarnir um, hvat tey taka seg við, bæði í og uttan fyri skúlatíð. Hetta verður síðani borið víðari til ein felags foreldrafund um kvøldi, har dentur verður lagdur á samspælið millum foreldrini, saman við lærarum, um at styrkja felagsskapin í flokkinum.

Somuleiðis verður eggja til at skipa verður fyri spælibólkum, ið eisini eru við til at skapa góðar relatiónir millum, bæði børnini og foreldrini.

Bílegging og nærri upplýsingar um átakið fáast við at venda sær til SSP-ráðgevingina.

"Eg haldi, at tað allarbesta við hesum fundinum var, at við kundu tosað so nógv saman. Tað vildi eg ynskt, at vit eisini gera í framtíðini." - Foreldur í byrjanardeildini.

“Okkara børn skulu læra eina rúgvu, meðan tey vaksa upp. Tey skulu læra um okkara mentanarligu virðir, eitt nú “ábyrgd”, “fólkaskikk”, “felagsskap” og “reiðiligheit”.

Samstundis skulu tey tilogna sær fakligar førleikar, so tey kunnu føra samfelagið víðari eftir okkum.

Nakað læra tey heima og annað læra tey í skúlanum, men tað mesta læra børnini í báðum støðum samanlagt. Tí tingini hanga saman og tí eiga vit at loysa uppgávuna í felag.

Um so er, at trupulleikar stinga seg upp, eiga vit vaksnu at lurta og leggja enn meira orku í samstarvið.”

Frítt eftir Rasmus Alenkær