Til foreldur

Á hesari síðuni kanst tú sum foreldur finna vitan um teir ymsu talgildu pallarnar føroysk børn og ung ferðast mest á, fyrimunir og vansar við teimum og íblástur til, hvussu tú kann fyribyrgja, at títt barn endar í óhepnar støður á netinum og/ella verður útsett fyri talgildum ágangi.

Meðan hagtøl innan talgildan ágang mótvegis børnum og ungum í Føroyum eru fátøk, so vita vit frá seinastu Trivnaðarkanningini (Fróðskaparsetur Føroya 2023), at 7% verða hótt á netinum, umvegis ymsar sosialar miðlar og online spøl, at ikki minni enn 10% hava fingið særandi/keðiligar myndir/filmar deildar runt av teimum til onnur og at heili 11% hava fingið særandi/keðiligar myndir/filmar av øðrum sendar til sín. Í Føroyum er tað ólógligt at hótta onnur ella at avmynda persónar av órøttum og deila myndir ella filmar av teimum uttan samtykki (§266, §264 a, §236). Samstundis vísir hon, at 11% børn og ung verða happaði á netinum.

Løtumyndskanningarnar hjá SSP-ráðgevingini frá skúlavitjanum kring landið taka eisini undir við hesum tølunum og vísa, at orsøkin til, at børn og ung enda í støður, har tey deila ólógligt tilfar víðari, hótta og/ella happa á netinum snýr seg um felagsskap. Felagsskapskenslan, har man sum barn og ungur upplivir ein grundleggjandi tørv á at hoyra til og ikki fella úr felagsskapinum. Um talan er um flokkin, hini ið luttaka í sama frítíðarítrivi, á sosialum miðlum, online spølum ella annað. Børn og ung geva dømi um tørvin á deila ólógligt innihald víðari til sínar vinir, fyri at styrkja felagsskapin, hóast tey vita, at hetta er skeivt at gera.

Sum foreldur kann tað tykjast sera torført at vita, hvussu ein kann fyribyrgja, at sítt barn verður fyri ella útsetur onnur fyri talgildum ágangi og hvussu best er at hjálpa barninum, tá støður koma fyri. Hendan síðan er tí gjørd við tí endamáli at veita eyka hjálpiamboð til tín sum foreldur, ið ger tað lættari og skjótari at lesa um miðlavanar hjá børnum og ungum, hvat sigur lógin og hvussu ein ítøkiliga kann fara inn á appir og spøl fyri betri at verja børnini móti talgildum ágangi, útfrá altjóða gransking, og vitan og royndum hjá SSP-samstarvinum.

Eru tit nakrantíð í iva um eitt hvørt ella hava tørv á ítøkiligari ráðgeving ber altíð til at skriva ella ringja til SSP-ráðgevingina, ið er lýst niðast á síðuni.

Sosialir miðlar

Online spøl

Yvirskipað ráð til foreldur um miðlavanar hjá børnum:

  • Vera forvitin og vísa áhuga fyri miðlanýtsluni hjá barninum.
  • Tosa við barnið um talgildan etikk, mørk og rættindi á netinum og hvussu tað hevur tað á netinum.
  • Hjálpa barninum við privatum upplýsingum, loyniorðum, blokera aðrar brúkarar, strika viðmerkingar osfr.
  • Seta mørk fyri barnið, men ger tað í samráð við tað.
  • Vera ein góð fyrimynd viðvíkjandi nýtslu og nærveru.
  • Samstarva við hini foreldrini í flokkinum, grannalagnum ella frítíðarítrivinum um reglar og góðar miðlavanar.

Føroya Politi viðmælir eisini á heimasíðu teirra:

  • Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað hevur gjørt okkurt ‘býtt’.
  • Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum.
  • Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá.
  • Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum.
  • Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki koma uppí.
  • Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga hvønn tey spæla ella samskifta við.

Royn okkara brævkassa niðanfyri og send ein spurning til SSP-ráðgevingina um talgilda lívið hjá tínum barni. Allir spurningar og svar koma dulnevnt út á síðuna.

Hvat er talgildur ágangur?

Talgildur ágangur kann skiljast sum óbehagiligar upplivingar á netinum.

 

Vi forstår digitale krænkelser som ubehagelige oplevelser på digitale platforme. Det kan være handlinger, hvor billeder, videoer, indlæg, beskeder eller sider bliver brugt på en måde, så en person føler sig truet, udnyttet, tvunget, udstillet, seksualiseret, diskrimineret, ked af det, bange eller bekymret.   

Vi bruger med vilje en bred definition af digitale krænkelser, for at kunne rådgive og hjælpe i alle typer af digitale situationer, der bliver oplevet som ubehagelige af de børn og unge, der henvender sig til os. 

Vi ved, at 55 procent af børn og unge har oplevet noget ubehageligt online (ADD-projektet, 2023). 13 procent har modtaget intime billeder eller videoer, som de ikke havde lyst til at se, og 3 procent har fået delt intime billeder eller videoer uden samtykke (Rambøll for Red Barnet, 2021).  

Det er en digital krænkelse, hvis det føles grænseoverskridende for den, det går ud over – men ikke alle digitale krænkelser er ulovlige.