Ung og lívið – eitt gott ungdómslív uttan rús

SSP bjóðar eitt spennandi átak, Ung og lívið, ætlað næmingum í 7. flokki. Tiltakið skal styrkja felagsskapin millum tey ungu, við fokus á rúsfríar karmar, stuttligt og førleikamennandi innihald. Endamálið við tiltakinum er at styrkja teirra persónligu førleikar at taka sunnar avgerðir, ið eru serliga týðandi eginleikar hjá ungdómi, fyri at standa móti bólkatrýsti.

Tiltakið verður skipað kring landið av SSP-økisbólkum, sum umboðar bæði SSP-lærarar- og politistar, og umboðum fyri ungdóms- og virkishús. Saman tryggja tey samansjóvandi og rúsfríar karmar, tillaga umstøðurnar í økinum, og við at denti á verndarfaktor. Verndarfaktorar merkir alt tað ið gransking vísur á, hevur ávirkan á eitt gott barna- og ungdómslív.

At standa móti bólkatrýsti

Nógv ung kenna seg uttanfyri, um tey ikki rúsa seg. Summi halda seg ikki vera ‘kul’, um tey eru rúsfrí. Onnur kenna seg trýstan til at rúsa seg og halda øll onnur gera tað. Onnur dáma ikki seg sjálvan, uttan tey eru rúsað– og tora ikki at vera seg sjálvi. Onnur hava tað trupult við at hava tað stuttligt uttan rús. Trupult er at siga frá, tí ung vilja so fegin kenna seg sum partur av felagsskapinum og vilja gera tað, tey halda onnur ung gera. Teirra ímyndan av hvat onnur ung gera, er sum oftast púra skeiv og tí síggja vit ofta ung ið drekka, roykja og snúsa, hóast tey ikki hava hug, men tí tey halda at tað hoyrir til ungdómslívið.

Tiltakið er ætlað at gera næmingar tilvitaðir um, hvussu eitt gott ungdómslív kann vera, uttan rúsdrekka og við at taka góðar avgerðir fyri seg sjálvan og felagskapin.

Tað skal byrgja fyri, at ung ikki koma í vandastøður orsaka av rúsdrekka og nikotin, og hjálpa teimum at taka avgerðir ið gevur lívinum innihald. Tað góða ungdómslívið, við sunnum felagsskapum og áhugamálum, ið gevur lívsgleði og innihald.

Ein týdningarmikil partur av tiltakinum er samstarvið við Liv Lívið og Títt rúm hjá Bláa Kross Føroya, sum saman við øðrum feløgum og stovnum skipa fakligt innihald til tey ungu um m.a. at kenna seg sjálvan, persónligheitstypir og taka góðar avgerðir.

Um kvøldi verða oftast rúsfrí tiltøk skipað av ungdóms- og virkishúsum, har ung kunnu luttaka, spæla spøl, hoyra tónleik og koma í samband við onnur ung. Tað gevur teimum møguleika at læra ungdómshús og starvsfólk at kenna.

Ungdómur uttan rús – fyri eitt ungdómslív við sunnum felagsskapum.

Vit ynskja at síggja ein rúsfrían ungdóm í Føroyum. Hetta trúgva vit kann gerast við upplýsing og vitan, og harvið at styrkja teirra persónligu førleikar at standa móti bólkatrýsti. Upplýsing og hvussu tað er í praksis ikki er hvør sítt, men gongur hond í hond. Við broyta hugburðin um at rúsdrekka er neyðugt, fyri at hava tað stuttligt, er tað týdningarmiki at vísa á og bjóða alternativ til rúsin. tí er fakligt innihald ein týðandi partur, bæði fyri at vísa á hvussu viðbrekin heilin er undir menning og at kunna upplýsa um vandar í standast av rúsinum, og ikki minst at vísa á stuttleikan, ið tað rús fría inniber.