Knýta bond og skermnýtsla

Higartil hevur SSP bjóðað foreldrafundin “Tryggari á netinum” til 4. flokkar, har trivnaður og sosiala lívið á netinum er í miðdeplinum.

Tó hevur tíðin víst, at børn gerast yngri og yngri brúkarar av netinum og hetta hevur við sær, at SSP nú eisini bjóðar hetta út til byrjanardeild, saman við foreldrafundinum Knýta bond millum foreldrini.

Málbólkur: Byrjanardeild. Longd: Ein hálvan skúlatíma um dagin við næmingunum og tveir tímar foreldrafund um kvøldið. Mannagongdin: 1. Flokslærarin og SSP-lærarin velja og samskipa tiltakið á skúlanum. 2. Foreldrafundurin verður skipaður í samstarvið við foreldrabólkin. 3. SSP-lærarin ger avtalu við SSP-ráðgevingina.

Arbeiðsgongdin er, at SSP-ráðgevingin kemur út at hitta næmingarnir fyrr um dagin fyri at fáa vitan um teirra fatan av trivnaði, bæði uttanfyri netið og á netinum. Hesa vitan verður síðani borin millum annað fram á felags foreldrafundinum seinni um kvøldið. Endamálið er at styrkja samstarvið millum foreldrini um, hvussu tey saman kunnu styrkja trivnaðin og felagsskapin í flokkinum, eisini í einum talgildum høpi.

Bílegging og nærri upplýsingar um foreldrafundin fáast við at venda sær til SSP-ráðgevingina.

Tilfar